Tíðindi/Greinar
22.07.2024
Allir lærarar í øllum skúlum hava stóran týdning. Hvønn dag arbeiða vit við tí virðismiklasta tilfeinginum í landinum – ja, í øllum heiminum. Næmingarnir eru framtíðin. Tað er okkara uppgáva, saman við foreldrunum og avvarðandi at tryggja okkum, at næmingarnir, í so stóran mun sum til ber, eydnast. Allir næmingar eru serstakir. Allir næmingar hava uppiborið ein møguleika.
Ein tann týdningarmiklasti lærarin, sum er um næmingin er flokslærarin.
Flokslærarin hevur tískil stóra ávirkan á, hvussu skúlagongdin eydnast, og eisini ábyrgd av, at næmingurin fær ein møguleika.
Ábyrgdin og ávirkanin skal nú síggjast aftur. Vit hava tørv á at fáa raðfest flokslæraran, so hann fær játtaðar tímar, so hann røkkur til uppgávuna – kanska átti eg at sagt uppgávurnar, tí tær eru ikki fáar.
Hyggja vit í kunngerðina um flokslærarin, síggja vit:
- at hann skal tryggja sær, at trivnaðurin hjá tí einstaka næminginum er góður
- hann er umboðsfólk í samstarvinum millum leiðslu og lærarar,
- hann skal, í samráð við leiðsluna, skipa samarbeiði millum skúla og heim
- og hann skal geva næmingunum møguleikan at skipa seg í næmingaráð.
Hann skal, umframt tað, sum er nevnt omanfyri, minst eina ferð um árið, kunna leiðsluna um flokkin og einstøku næmingarnar í flokkinum. Tá skal hann duga at greiða frá fakliga førleikanum, arbeiðsgongdini og trivnaðin hjá tí einstaka næminginum.
Flokslærarin skal hava viðtalur tvær ferðir um árið, hava felags foreldrafundir.
Hann skal tryggja sær, at tað verður undirvíst í teimum kravdu undirvísingarevnunum.
Samstundis sum flokslærarin skal gera alt sum er nevnt omanfyri, so skal hann eisini undirvísa.
Hyggja vit at tí, sum er nevnt omanfyri, síggja vit, at flokslærarin hevur nógvar ymsar uppgávur, og allar hesar uppgávurnar taka tíð at útinna. Tískil má tíðin, sum flokslærarin hevur, samsvara við uppgávurnar, sum verða væntaðar av honum. Ella mugu uppgávurnar tillagast, so tað er samsvar ímillum uppgávurnar og tíðina.
Vit skulu hava í huga, at síðan kunngerðin um flokslæraran varð lýst fyri yvir 20 árum síðan, er leikluturin broyttur nógv. Uppgávurnar eru øðrvísi í dag enn tær vóru í 2003.
Flokslærarin í yngru flokkunum er raðfestur. Men eg ynski, at allir flokslærarar verða raðfestir. Vit mugu bera so í bandi, at tíðin, sum er neyðug, verður játtað.
Í onkrum skúlum hevur tað í seinastuni verið ein avbjóðing at fáa flokslærarar. Fyri at bøta um hetta eiga vit at kanna møguleikan at lata eina samsýning til flokslærararnar.
Hetta fer møguliga at føra við sær, at teir bjóða seg fram.
Við betri tíð og eini samsýning til flokslæraran fáa vit tryggjað øllum næmingunum ein góðan møguleika at eydnast í skúlanum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan