Tíðindi/Greinar

05.12.2022

Næstu 4 árini vera góð

Tá ið allir flokkar eru so rørandi samdir um allar batarnar, sum eiga at verða gjørdir í fólkaskúlanum, hví er so lítið hent? Hví hevur eingin veruliga talað fólkaskúlans søk í politisku skipanini. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað má vera niðurstøðan eftir valfundin um fólkaskúlan hósdagin í síðstu viku, sum Føroya Lærarafelag skipaði fyri saman Heimi og skúla og Læraraskúlanum. Allir flokkarnir og øll valevnini vóru so at siga samd um tað allarmesta, so tað kundi ikki verið nógv betri.

Nakað av fólki hevði leitað sær á fund í auluni á Læraraskúlanum, har ljós í góðar tímar varð varpað á fólkaskúlan. Hetta var eitt kærkomið høvi hjá okkum, sum varða av skúlanum á ymiskan hátt, at skifta orð um fólkaskúlan, tí fólkaskúlin hevur fylt millum lítið og einki í valstríðnum. Um væl verður leitað, er óivað okkurt hissini lesarabræv at finna onkustaðni, men t.d. Kringvarp Føroya, sum fyri ein stóran part stýrir valstríðnum og harvið eisini tí, sum kjakast verður um, hevur ikki ønt fólkaskúlanum nakra senditíð yvirhøvur. Og tað er bæði undranarsamt og sera spell. Fólkaskúlin er í øllum førum ein stovnur, sum allir føroyingar onkuntíð koma í samband við, og tí skuldi hann sjálvandi átt sítt sjálvsagda pláss í valstríðnum.

Men aftur til fundin. Tað var hugaligt at hoyra øll valevnini taka fólkaskúlan í so stórum álvara. Tað boðar frá góðum. Semja var um, at fólkaskúlin ikki hevði fingið ta viðgerð, sum hann av røttum átti, og øll lovaðu bót og bata. Tað var galdandi, bæði tá ið tað snúði seg um næmingar og lærarar. T.d. skuldi floksstøddin niður, tvílæraraskipanin skuldi styrkjast, serøkið skuldi fáa betri karmar, og semja tyktist eisini at vera um, at neyðugt er við breiðum politiskum samstarvi um fólkaskúlan. Søtir tónar fyri læraraoyru!

So ber eisini til at spyrja seg sjálvan, at tá ið allir flokkar eru so rørandi samdir um allar batarnar, sum eiga at verða gjørdir í fólkaskúlanum, hví er so so lítið hent? Hví hevur eingin veruliga talað fólkaskúlans søk í politisku skipanini. Eitt gott dømi, hvønn týdning politikarar hava hildið fólkaskúlan havt, sæst í undanfarnu samgongu. Har varð føroyski fólkaskúlin staðsettur í einum króki í einum ovurstórum ráði, sum eitur Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tað sigur seg næstan sjálvt, at fólkaskúlin nærum ongan góðan hevur, tá ið valt verður at skipa seg soleiðis.

So nú bíða vit í spenningi, til valstríðið er farið afturum, og politikararnir fara til verka. Var alt tað góða prátið, sum kom fram á valfundinum á Læraraskúlanum, bara heit luft, ella fara næstu 4 árini at vera 4 góð ár fyri føroyska fólkaskúlan?

Livst, so spyrst.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni