Tíðindi/Greinar

11.08.2021

Nær tosaðu vit seinast um andsfrælsi og tollyndi?

Hvar er prátið um endamálið við fólkaskúlanum? Møguliga taka vit fyri givið, at øll hava endamálið við fólkaskúlanum við í huganum, men so er ikki.

Endamálið við fólkaskúlanum er trokað í bakgrundina av tráanini eftir fakligum málum. Politikarar og teknokratar hava tikið sær einarætt at seta orð á fólkaskúlan; nú mugu lærarar taka orðið og ræðið aftur á fólkaskúlanum. Nakað soleiðis var ein niðurstøða frá stevnuni “Lærermødet 2021”, ið var hildin á Testrup Højskole í juni. Hetta eru metingar hjá donskum lærarum av danska fólkaskúlanum; vit mugu viðurkenna, at støðan hjá føroyska fólkaskúlanum er lík. Lærarin er í størri mun spentur fyri at náa faklig mál, lopið verður um bukk um endamálsorðingina, og tá kósin hjá fólkaskúlanum skal setast, so er røddin hjá læraranum niðarlaga á listanum.

Tá fólkaskúlin verður umrøddur, og kósin skal setast, so er endamálið við fólkaskúlanum lítil partur av umrøðuni. Tosið er upp í saman um faklig mál, royndir og støðumet, men hvar eru tankarnir í endamálsorðingini? Tíðin, tá lærarar tosaðu um andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, er kámað, og prátini um, hvussu hesi grundleggjandi virði kunnu eyðkenna undirvísingina og virksemið í fólkaskúlanum, eru køvd av krøvum um stuttskygd mál.

Tað eru fleiri kreftir, ið vilja hava sítt inn í fólkaskúlan. Politikarar og einstøk granskingarúrslit vilja seta kósina fyri lærarar og fólkaskúlan uttan at geva endamálsorðingini ans. PISA, námsætlanir, landsroyndir,  støðuroyndir og einstøk kanningarúrslit eru sett á fremstu brík, og sum lærari og leiðari í fólkaskúlanum er trupult ikki at verða drigin við av krøvunum um faklig mál, royndir og støðumet og einstøkum kanningarúrslitum. Hetta trýst hevur flutt fólkaskúlan burtur frá endamálinum, og tað merkist í skúlanum.

Hetta rákið, at prátað verður um faklig mál, støðumet og einstøk kanningarúrslit hevur tikið frá prátinum um endamálið við fólkaskúlanum, og tað hevur gjørt umrøðuna av fólkaskúlanum fátæka og avmarkaða. Hvat varð av tosinum um andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, sum gerandislív fólkaskúlans eigur at vera grundað á? Í fólkaskúlanum skulu næmingarnir sjálvandi mennast, tá ið talan er um faklig mál, men fólkaskúlin er so nógv annað. Lærarar eiga at taka orðið og ikki lata tey, ið bara tráa eftir lætt mettari úrtøku, seta dagsskránna.

Hvar er prátið um endamálið við fólkaskúlanum? Møguliga taka vit fyri givið, at øll hava endamálið við fólkaskúlanum við í huganum, men so er ikki. Tað tykist, sum nógv gloymdu endamálið, tá námsætlanirnar tóku pallin, og prátið bleiv um ítøkilig faklig mál. Men eitt mál er ikki tað sama sum eitt endamál. Tí mugu vit lyfta okkum upp um skógin av fakligum málum og hyggja at endamálinum aftur. Tað er ikki nóg mikið bara at tosa um skúlan, so sum, hvussu næmingarnir duga at rokna og lesa, men heldur eiga vit at tosa um, hvussu vit síggja endamálið aftur í fólkaskúlanum, og hvussu gerandislív skúlans er grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði, tí tað eru grundvirði, ið næmingarnir eiga at hava við sær frá fólkaskúlanum.

Fólkaskúlin bindur samfelagið saman, og tað er í fólkaskúlanum, at øll hittast, uttan mun til ætt, stætt, persónliga sannføring ella uppruna. Í fólkaskúlanum mennast næmingarnir til teir møguleikar, ið eru í felagsskapinum, og læra at fata aðrar mentanir. Har skulu tey búgvast til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag; gerandislív skúlans eigur at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Hetta er endamálið við fólkaskúlanum, og tað mugu vit ikki missa burtur í tráanini eftir fakligum málum og stuttskygdum egináhugamálum.

Oddagrein í Skúlablað nr 4, 2021 eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni