Tíðindi/Greinar
16.10.2023
Fartelefon er eitt evni, vit hava hoyrt nógv um seinastu tíðina. Eisini hevur verið tosað um, hvønn leiklut telefonin skal hava í skúlatíðini. Til tíðir verður tosað um, at vit mugu læra at brúka fartelefonina sum arbeiðsamboð, og at skúlin eigur at virka fyri, at næmingar læra at hava fartelefonina sum ein part av gerandisdegnum, sum tó ikki eigur at taka ov nógv pláss.
Tá ið eg havi spurt meg fyri millum lærarar, hvat teir halda um næmingar, sum hava fartelefon í skúlatíð, er tað ómetaliga ymiskt, hvør støðan er. Onkur heldur, at telefonin er til fortreð, ímeðan annar heldur, at telefonin er eitt gott arbeiðsamboð í skúlanum.
Sum arbeiðsamboð er fartelefonin sera hent, um nú lummaroknarin liggur eftir heima, tí so kann roknarin á telefonini tað mesta. Ella um næmingarnir eru úti í náttúruni, tá kunnu teir taka myndir at hava við í floksundirvísingina. Tá arbeitt verður við myndum ella video, er fartelefonin eitt hent amboð, so næmingarnir sjálvir fáa arbeitt, eitt nú við sjónarhornum, ljós- og ljóðsetan v.m. Eisini er ein ørgrynna av forritum, sum kunnu nýtast í skúlahøpi. Tað kunnu t.d. vera kahoot, SayHI, mapop, ja, her finst ein ørgrynna av møguleikum.
Tað er eingin ivi í, at fartelefonin meiri enn so kann vera ein hentleiki í skúlahøpi. Tó so, kann hon eisini vera ein meinbogi. Tá næmingurin hevur telefonina uppi á sær í undirvísingini, vísir tað seg, at næmingurin ofta órógvast at telefonini. Tað er so, at telefonin sigur frá, um eitthvørt hendir á onkrari app, sum næmingurin hevur, ella um boð koma umvegis telefonina, so tekur hetta uppmerksemi hjá næminginum. Kanning, gjørd í Bergen, vísir, at fartelefonin órógvar nærmingarnar illa, serliga eru tað fakliga veiku næmingarnir, ið brúka skúlatíðina á sosialum miðlum ella á øðrum appum á telefonini. Eisini vísir kanning í London, at telefonforboð gevur næmingunum betri úrslit til royndir – 6,4% betri úrslit í meðal. Her betraðu fakliga veiku næmingarnir síni úrslit við 14,2%.
Fartelefonin er komin fyri at verða, eingin ivi um tað. Hetta noyðast vit at góðtaka. Í hvønn mun, telefonir eru til ampa ella gang í skúlanum, er trupult hjá mær at siga. Sjálv haldi eg, at nógv av forritunum eru góð og kunnu gera undirvísingina meiri livandi og kanska eisini bøta um arbeiðshugin hjá nøkrum næmingum. Tó so havi eg onga kanning funnið, sum vísir, at hetta bøtir um úrtøkuna hjá næminginum.
Er tað so, at fartelefonir skulu vera partur av arbeiðsamboðunum í skúlanum, kann tað gera eina ójavnvág ímillum næmingarnar, tí tað er ymiskt, í hvønn mun foreldur hava møguleika at keypa telefonir. Vit mugu eisini taka støðu til, at um nú telefonin skal brúkast sum arbeiðsamboð, má onkur hava ábyrgd, um okkurt hendur henni í undirvísingini. Vit mugu taka støðu til, hvørt tað er skúlin ella foreldrini, ið eiga at útvega hetta arbeiðsamboðið, tí um okkurt óhapp hendir í undirvísingarhøpi, eitt nú um telefonin av misgávum endar á sjónum, so er tað eitt hendiligt óhapp, sum onkur hevur ábyrgdina av.
Tað er ikki lætt at taka støðu til, hvørt fartelefonin skal vera ein partur av skúlaamboðunum ella ikki. Eitt er vist, og tað er, at í summum førum er hon ómetaliga hent, ímeðan hon til aðrar tíðir er eitt haft um beinini. Fartelefonin er komin fyri at verða, tað mugu vit sláa okkum til tols við, eingin ivi um tað. Hvønn leiklut hon skal hava, og í hvørjum sambandi hon er arbeiðsamboð ella órógv er eitt viðkomandi kjak, sum vit mugu tora at taka.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan