Tíðindi/Greinar

30.11.2022

Næmingarnir hava uppiborið eina góða skúlatíð

Skúlin eigur at fáa umstøður at vera um allar næmingarnar, eisini teir, ið ikki passa so væl inn í vanligu skipanina. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit hava ein góðan fólkaskúla, sum møtir flestu næmingum væl, har teir eru. Fólkaskúlin er ein góð tíð hjá næmingunum væl útbúnum og trúføstum lærarum og skúlastjórum at takka. Men fólkaskúlin hevur sínar avbjóðingar, tað eru tíverri fleiri og fleiri næmingar, sum trívast illa, og sum fólkaskúlin ikki hevur umstøður at møta. Tað eru eisini fleiri lærarar, ið eru troyttir av ómøguligu umstøðunum. Vit mugu geva okkum far um hesi vandatekin; gera vit ikki tað, missa vit tann góða fólkaskúlan, sum næmingarnir hava uppiborið.

Øll børn skulu ganga í fólkaskúlanum, og tí eigur fólkaskúlin at geva øllum næmingum umstøður, sum teir kunnu trívast og læra í. Næmingar eru fyrikomandi og raskir at møta í skúlanum, men tíverri er talið av næmingum, ið trívast illa, vaksið, og fleiri megna tí ikki at fylgja skúlagongdini.

Hyggja vit at fólkaskúlanum í søguligum ljósi, so røkkur fólkaskúlin so nógv longri nú, enn tá eg var útbúgvin lærari fyri bara 20 árum síðan; fleiri næmingar fáa nú hjálp við ymiskum fyriskipanum og serútbúnum lærarum, men uppgávan hjá skúlanum er eisini vaksin. Sjálvt um børnini enn eru eins fyrikomandi og áður, so eru tað fleiri, sum hava størri tørv á at verða undirvíst í smærri bólkum, ella at lærarin hevur tíð til teirra ein og ein, men hetta letur seg ikki gera, tá lærarin framvegis stendur einsamallur við 24.

Skúlin eigur at fáa umstøður at vera um allar næmingarnar, eisini teir, ið ikki passa so væl inn í vanligu skipanina. Tá ein næmingur ikki trívist, vísir tað seg ofta í skúlanum, tí vit síggja tey so stóran part av degnum. Grundin til, at tey trívast illa, kann skyldast umstøður í skúlanum ella uttan fyri skúlan, men uttan mun til upprunan, so hevur skúlin ábyrgdina av skúlagongdini hjá børnunum, og eigur at hava pláss fyri teimum.

Tað krevur dugnaligar og væl útbúnar lærarar at røkja ymsu uppgávurnar í skúlanum, og fólkaskúlin er væl fyri í so máta, tí vit hava nóg mikið at útbúnum og trúføstum lærarum. Tað er tó eingin sjálvfylgja, at vit hava nóg mikið av útbúnum lærarum í starvi, og at tað eisini eru nógvar umsóknir til læraraútbúgvingina, tí saman við Finnlandi eru Føroyar einasta Norðurlandið í hesi støðu. Í øllum hinum Norðurlondunum er stórt trot á lærarum í fólkaskúlanum, og tað eru fáar umsóknir til læraraútbúgvingina, hetta er ein stór avbjóðing í teirra fólkaskúlum. Tí mugu vit fara skynsamt fram, so at vit framhaldandi hava nóg mikið av lærarum í fólkaskúlanum, og at tað eru nógvar umsóknir til læraraútbúgvingina.

Skúlin ger eitt stórt arbeiði fyri næmingarnar, men krøvini frá myndugleikunum seta avmarkingar. Námsætlanin setir krøv um faklig mál, sum niður í smálutir áseta, hvørjum lærarin skal røkka, hetta ein ein spennitroyggja hjá læraranum. Námsætlanin eigur at verða broytt, so at lærarin aftur fær álit og frælsi at nýta sín førleika at skipa ein góðan skúladag fyri allar næmingarnar, so at teir hava bestu møguleikar at læra og at trívast.

Vit eiga at fara væl um børnini og tey ungu og geva teimum ta bestu skúlagongdina og tann besta uppvøksturin, tí tað hava tey uppiborið, og tí tey eru okkara framtíð. Fólkaskúlin hevur ábyrgdina at vera um børnini í skúlatíðini, og tí má skúlin hava umstøður at vera um børnini.

Fólkaskúlin røkkur flestu næmingunum, men vit vilja møta øllum, har tey eru. Um tað skal lukkast, so má politiska skipanin stuðla fólkaskúlanum. Um vit eru saman um fólkaskúlan og geva næmingunum bestu umstøðurnar, so fara vit at síggja, at fleiri næmingar trivast betur, bæði í og uttan fyri skúlan.

Oddagrein í Skúlablað nr 6, 2022, sum júst er komið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni