Tíðindi/Greinar
24.08.2016
Í dag er tað vanligari at fáa ein næming í flokkin, ið ikki hevur føroyskt sum sítt fyrsta mál, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Hesir næmingar fáa, um skúlin søkir, tímar til at læra seg føroyskt. Sama er við næmingum, sum hava føroyskt sum móðurmál, men sum hava búð tey fyrstu árini uttanlands. Felags fyri hesi er, at tey hava tørv á at fáa sítt føroyska stimbrað.
Tó er munur á hesum næmingum. Fyrst nevndu næmingarnir hava ofta asiatiskan uppruna, ið er ein heilt øðrvísi mentan enn okkara.
Spurningur er, um vit kunnu skipa skúlabyrjanina hjá hesum næmingum betur, enn vit gera í dag. Veruleikin er tann, at vit mugu gera tað við verandi játtan, og hvussu gera vit tað? Svarið er sjálvsagt, at mann savnar teir næmingar, ið eru í sama báti, so at siga. Tá tímarnir, ið hvør einstakur næmingur fær, kunnu brúkast saman við øðrum næmingum, ið eisini hava fingið tímar, kann mann brúka tað til nakað meir enn bert málundirvísing.
Hetta mál snýr seg tó ikki bert um næmingarnar, tí heima hava teir eina mammu, ið eisini hevur útlendska bakgrund, og tí er ”problemið” bert hálvloyst, við at geva næmingunum undirvísing. Tað er heima, at børn læra siðaarv, og hevur hesin arvur ein annan uppruna enn føroyskan, kann tað verða trupult at finna fótafestið sum unglingi millum tvær mentanir.
Hesir næmingar hava brúk fyri, at onkur vaksin, ið veit, hvussu vit gera í Føroyum, vegleiðir teimum, soleiðis at tey fella so lætt til í tí føroyska samfelagnum og í skúlanum.
Sum so ofta fyrr, so hyggja vit at okkara kæra grannalandi, Danmark. Har hava tey gjørt royndir við, at næmingar ikki sleppa í skúla uttan so, at tey hava verið ígjøgnum eina longri tillagingartilgongd. Mann kann siga, at tey hava verið í skúla at læra seg at liva í Danmark. Hetta er gjørt fyri at betra um møguleikarnar hjá hesum næmingum at klára seg í skúlanum. Tað eru ikki bert næmingarir, ið hava verið á skúlabeinki, foreldur teirra hava eisini verið. Ein stórur partur av tilgongdini at trívast í einum samfelag er, at mann veit, hvussu tingini hanga saman.
Hetta er avgjørt nakað, ið vit mugu fara at gera nakað við, tí sum gongdin er her hjá okkum, og í londunum rundan um okkum, so fara vit at síggja fleiri næmingar, ið eru av øðrum uppruna enn føroyskum. Okkara uppgáva sum samfelag er, at geva teimum eina so góða byrjan sum gjørligt, tá vit hava bjóðað teimum vælkomnum til landið.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan