Tíðindi/Greinar

18.03.2024

Næmingar eiga at velja vallærugrein eftir áhuga

Tað eru nógvir næmingar, ið velja alis og evnafrøði og týskt, einans fyri at tryggja sær atgongd til miðnám og ikki tí teir hava áhuga fyri lærugreinini. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tá næmingarnir arbeiða við sínum áhuga, so hava vit pláss fyri øllum næmingunum í skúlanum, og tá er avbjóðingin hjá læraranum at náa at svara øllum fyrispurningunum, tí næmingarnir eru so spentir. Hesar løturnar eru góðar, og hesar tímarnar er uppgávan hjá læraranum øðrvísi enn í nøkrum av kravdu tímunum, tá nógv orka hjá læraranum fer til at motivera næmingarnar.

Styrkin við vallærugreinunum er, at næmingarnir kunnu velja sær lærugreinar eftir sínum áhuga, men veruleikin er, at tað letur seg ikki gera, tí upptøkukrøv til miðnám stýra fram um áhugan. Teir næmingar, ið dáma best handaligu, listarligu og skapandi lærugreinarnar, eru við sviðusoð í hádeildini. Frá 1. til 7. flokk hava næmingarnir handaverk og list, m.a. tilevning, smíð, køk og tónleik, á tímatalvuni sum fasta lærugrein, meðan næmingarnir í 8. og 9. flokki kunnu næmingarnir velja sær hesi fak sum vallærugreinarnar, men tað letur seg ikki gera, tí at upptøkukrøv frá miðnámi fylla so nógv.

Avbjóðingin við vallærugreinunum í 8. og 9. flokki er, at næmingarnir í veruleikanum ikki hava nakað frítt val. Tá næmingarnir skulu velja vallærugreinar, so velja tey fyrst og fremst fyri at tryggja sær víðari atgongd til lestur á miðnámi. Næmingar vita sjáldan í 7. flokki, hvørt tey ynskja at fara í hugbreyt ella náttúrubreyt á miðnámi, ella eina aðra leið eftir fólkaskúlan, tí velja tey at heilgardera seg og velja bæði alis- og evnafrøði og týskt sum vællærugrein. Ofta eru tað eisini foreldrini, sum velja fyri børnini, tí tað er svárt at standa eftir fólkaskúlan og ikki sleppa inn á náttúrubreyt á miðnámi, tí eg í 7. flokki ikki valdi alis- og evnafrøði sum vallærugrein í 8. og 9. flokki.

Um næmingar velja alis- og evnafrøði og týskt sum vallærugreinar, so er tað 7 tímar um vikuna, sum koma aftrat teimum 30 tímunum í kravdu lærugreinunum, og tá blíva skúladagarnir langir. Tá næmingarnir hava 37 tímar á tímatalvuni, so er hvør skúladagur 7 ella 8 tímar, og tá er ikki pláss at velja aðra vallærugrein, tí at kravdu tímarnir og upptøkukrøvini til miðnám taka alt plássið. Tá er ikki pláss fyri at velja eitt nú tilevning, smíð, køk, teldu, motorlæru ella tónleik, ella hvat áhugin annars kundi verið.

Tað eru nógvir næmingar, ið velja alis og evnafrøði og týskt, einans fyri at tryggja sær atgongd til miðnám og ikki tí teir hava áhuga fyri lærugreinini. Hetta sæst aftur undirvísingini við, at fleiri næmingar ikki eru spentir í lærugreinini, og hetta tekur møguleikan hjá nógvum næmingum at velja sær eina vallærugrein eftir áhuga. Her eru tað serliga lærugreinar sum tilevning, smíð, køk, teldu, motorlæru ella tónleik, sum næmingarnir ikki fáa valt, sjálvt um áhugin er til tær lærugreinarnar.

Kravdu lærugreinarnar í fólkaskúlanum eiga at geva atgongd til víðari skúlagongd, uttan mun til hvørja leið næmingurin velur eftir fólkaskúlan, tí eiga ásetingarnar um týskt og alis- og evnafrøði sum upptøkukrøv til miðnám at verða strikað. Upptøkukrøvini til miðnám stýra meiri valinum av vallærugrein í 8. og 9. flokki enn áhugin, og tað eiga vit at broyta, tí tað eigur at vera áhugin hjá næminginum, sum stýrir valinum, so at næmingarnir sleppa at hava tað vallærugrein, sum tey tíma best.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni