Tíðindi/Greinar
21.07.2017
Fyri árum síðan var eg í starvsvenjing í fólkaskúlanum. Hendan starvsvenjing var í lærugreinini náttúra og tøkni.
Við ikki sørt av spenningi og við ørgrynni av hugskotum til hesa starvsvenjing, møtti eg til arbeiðis. Eg hevði so avgjørt egna fatan av, hvat náttúra og tøkni er, og hvørjar arbeiðshættir, eg helt hava mesta týdning at læra í hesi spennandi verkligu og tøkniligu lærugrein.
Á læraraskúlanum, sum eg gekk á, høvdu vit arbeitt nógv við, hvussu vit undirvísa í náttúru, og kanska serliga við, hvussu vit, við ymiskari tøkniligari tilgongd, kundu gera undirvísingina áhugaverda og læruríka. Hetta vóru/eru arbeiðsøki og arbeiðshættir, sum eg sjálv haldi hava stóran týdning í náttúru og vísindaligu lærugreinunum. Eg hevði nógv at læra!
Sambært MMR var:
”Endamálið við lands- og støðuroyndunum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum. Eisini at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næmingunum, eisini skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum.”
Í somu frágreiðing frá MMR, sum liggur inni á snar.fo, sæst, at:
”landsroyndarúrslitini verða nýtt til at betra um innihald og háttalag í undirvísingini, umframt sum tilelving at gera undirvísingina meira fjøltáttaða.”
Starvsvenjingin var í februar og mars, meðan landsroyndin var í apríl.
Tá eg ágrýtin og full í hugskotum um evnið og arbeiðshættir kom í skúla, møtti eg, fyri meg, stóra trupulleikanum, at landsroyndirnar vera skjótt, so vit mugu “trena” landsroyndir. Eg stóð óskiljandi og ráðaleys, visti satt at siga ikki, hvat hetta merkti.
Skuldi eg ikki undirvísa í náttúru og tøkni? Hvat var endamálið við hesum? Jú, endamálið var at tryggja, at næmingarnir dugdu undanfarnu landsroyndir so at siga uttanat. Undirvísingin var sitandi á einum stóli við einum blýanti og svara spurningum. Teir spurningar, ið ikki vórðu svaraðir nøktandi, vórðu gjøgnumgingnir, og so royndu vit av nýggjum. Ikki sørt ørkymlandi fyri ein lærara undir útbúgving, sum veruliga hevði ágrýtni og hugskot til, hvussu skúlin kundi vera annað enn blýantur og pappír.
Svarið til fyrra spurningin er stutt og greitt nei; eg skuldi ikki undirvísa í náttúru og tøkni. Møguliga kann okkurt av hesum koma undir náttúru, men tøkni var hetta so avgjørt ikki.
Fyri meg er ongin ivi! Avtøkan av landsroyndunum í náttúru og tøkni kann einans betra um undirvísingina. Við ikki at hava landsroynd í lærugreinini, ber munandi lættari til at náa málunum, sambært MMR, um: at betra um innihald og háttalag í undirvísingini, umframt sum tilelving at gera undirvísingina meira fjøltáttaða.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan