Tíðindi/Greinar

13.01.2020

Námsætlanir – skap og innihald

Námsætlanirnar eru so sera ymiskar og hava alt ov nógv mál, ið skulu røkkast. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Við jøvnum millumbilum eru talgildu førleikarnir hjá næmingunum í fólkaskúlanum á breddanum. Vit hava hoyrt um eina bachelor-uppgávu, ið er gjørd, har lærarar skulu fáa kunning um sosialu miðlarnar inn í undirvísingina. Í hesum sambandi var formaðurin í Føroya Lærarafelagið spurdur, hvørja viðmerking hann hevði til hetta. Sum rætt er vísti hann á, at brúk av sosialu miðlunum ikki eru partur av námsætlanunum og tí ikki kravdur partur av undirvísingini. Námsætlaninar eru ikki mentar til talgildu samtíðina. Hetta arbeiðið liggur á láni, eins og annað arbeiði í samband við námsætlanir.

Námsætlanirnar eru so sera ymiskar og hava alt ov nógv mál, ið skulu røkkast. Tað, at tær eru so ymiskar, ger tað trupult at fyrihalda seg til tær. Arbeiðið við námsætlanum er í gongd, og eg vóni, at arbeiðið heldur fram eftir hetta fyrsta stigið. Tað er týdningarmikið, at man gevur sær stundir at finna ein leist og so arbeiða víðari harfrá.

Innihaldið í námsætlanunum er ikki líka mikið, námsætlaninar eru hornasteinurin í undirvísingini. Tað er har lærarin hyggur fyri at vita, hvør málsetningurin er. Námsætlanin er eisini hornasteinurin í uppgávugerðini til landsroyndina og próvtøkuna. Tá málini eru ov mong, ella tá krøvini koma ov tíðliga, hevur tað stóra ávirkan á undirvísingina. Tíðin verður antin ov knøpp, ella verða krøvini til t.d. smáu næmingarnar sett ov høgt, soleiðis at tey grundleggjandi tingini ikki koma upp á pláss, áðrenn farast má víðari.

At gera námsætlaninar av nýggjum er eitt stórt arbeiði, og hetta arbeiði má gerast av fólki, ið hava innlit í arbeiði sum lærari, samstundis sum tey eru fakliga sterk á sínum øki. Tað nyttar onki at vera fakliga sterkur, men ikki vita, hvat ein flokkur ella næmingur er. Lærarin veit best, hvat undirvísing er, tað er hansara fakøki /gerandisdagur.

Landsstýrismaðurin nevndi í einum innslagi í útvarpinum, at hann helt, at allir viðkomandi partar mugu verða við at skriva eina námsætlan til týdningarmikla økið, ið hevur við netið at gera. Hetta ljóðar gott, men eg vil sláa fast, at tað er týdningarmikið, at ikki ov nógv ymisk skulu seta sítt fingramerki á eina námsætlan, tí tá er vandi fyri, at tað verða ov nógv deilmál, tí øll vilja hava sítt við.

Í námsætlanararbeiði er týdningarmikið, at man ger sær greitt, hvat er týdningarmikið at læra, og ger sær greitt, hvør tíðin er at læra tað ynskta. Pappírið er gott at hava við at gera; tað skilir ikki millum rætt og skeivt ella skilagott og skilaleyst.

Við vón um gott úrslit av hesum týdningarmikla arbeiði.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni