Tíðindi/Greinar

07.07.2016

Niðurløgd tímatalva

Tað er týdningarmikið, at næmingarnir møta til hesar seinastu dagarnar í skúlaárinum. At foreldur ikki velja at fara at ferðast við sínum børnum hvørt ár eina viku, áðrenn summarfrítíðin byrjar. Hesir næmingar missa tær upplivingar, sum restin av flokkinum hevur, og sum teir fara at práta um og minnast aftur á við gleði. Andrea á Rípuni, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

So er aftur eitt skúlaár komið at enda. Tá vit nærkast juni, undrast vit mangan, hvar tíðin fór, sjálvt um vit gleða okkum til summarferiu. Sum vanligt er, so hava nógvir skúlar niðurlagt tímatalvuna og geva flokslærarum møguleika at eiga síðstu tíðina saman við sínum flokki. Hetta er ein sera gevandi tíð, har báðir partar kunnu fordjúpa seg.

Møguleiki er eisini fyri at fara á seturskúla. Tann møguleikan kunnu vit gleðast um, men samstundis er tað keðiligt at hoyra um lærarar, sum fara á seturskúla uttan at hava fingið tímar til tess, ella at tímar eru tiknir frá øðrum virksemi í skúlanum til seturskúla. Um so er, at mann vil tryggja sær, at allir næmingar sleppa á seturskúla, so eigur mann heldur at gera av, at ávísir árgangir fara.

Tað er ikki bert seturskúli, ið fyllir nógv hesa tíðina. Um veðurgudarnir eru við okkum, er ein upplagdur møguleikia at fara út at kanna ”nærumhvørvið”. Tað er so einastandandi stuttligt at síggja, hvat næmingarnir kunnu finna uppá, tá teir sleppa at spæla frítt í fjøruni ella í haganum.

Tí er tað so sera týdningarmikið, at næmingarnir møta til hesar seinastu dagarnar. At foreldur ikki velja at fara at ferðast við sínum børnum hvørt ár eina viku, áðrenn summarfrítíðin byrjar. Hesir næmingar missa tær upplivingar, sum restin av flokkinum hevur, og sum teir fara at práta um og minnast aftur á við gleði. Hesar upplivingar menna næmingarnar sosialt. Tey gerast ein partur av einum bólki, har tey hoyra heima, tí tey hava nakað til felags. Næmingarnir mennast ikki bert sosialt, teir mennast eisini fakliga, ikki í bókum, men á annan hátt. Hugflog, samstarv og skapanarevni/gleði er eisini faklig menning.

Fyri at tvørgreinalig og tvørflokslig undirvísing skal eydnast, er neyðugt við eini innanhýsis fatan av, hvat, ið er týdningarmikið. Ein neyv planlegging, har lærarar geva sær stundir at stilla seg eftir hvør øðrum, gevur eitt gott úrslit. Tað er eins týdningarmikið fyri undirvísaran at vera tryggur, sum tað er fyri næmingarnar.

Enn eitt ár er liðið, og eri eg serstakliga glað fyri endaspurtin hjá okkum, sjálvt um vit høvdu serstakar avbjóðingar í ár. Við góðum fólki og góðum samstarvi gongur tað altíð, kanska ikki sum vit høvdu væntað, men tað er eisini mennandi í sær sjálvum. Eg lærdi eins nógv og næmingarnir. Hvat kann vera størri í mínum yrki, enn næmingar, ið siga við okkum. Hetta vilja vit gera aftur.

Góða summarfrítíð.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni