Tíðindi/Greinar
02.04.2019
So er hetta nevndarárið um at vera komið at enda. Nevndararbeiðið hevur verið áhugavert og fjølbroytt. Tað er stórur munur á teimum árunum, tá sáttmálasamráðingar eru og teimum uttan samráðingar.
Tað eru nógv viðurskifti í skúlunum bæði í lønarviðurskiftum og arbeiðsviðurskiftum, sum mugu og skulu betrast. Vit hava roynt hetta seinasta árið at fáa viðurskiftini á KT-økinum í rættlag samstundis, sum vit eisini hava roynt at varpa ljós á manglandi arbeiðslýsing á ymsu økjum skúlans.
Skúlin er undir áhaldandi broytingum, og hetta sæst aftur í arbeiðsuppgávunum á skúlunum. Vit hava fingið lærarar á skúlarnar við ymiskari servitan, men tað er ikki nóg greitt, hvør arbeiðsuppgávan hjá teimum er, og tí er stórur tørvur á eini arbeiðslýsing.
Førleikastovurnar rigga væl í summum skúlum, ímeðan teir smærru skúlarnir ofta eru verri stillaðir við bæði serlærarum, atgongd til førleikastovu, og ikki at gloyma tímajáttanini til førleikastovu.
Hóast vit hava fingið henda batan í nógvum skúlum, so er tað hjá lærarum, sum á so nógvum øðrum arbeiðsøkjum, ikki nøktandi tíð sett av til ymisku uppgávurnar. Á fundi við nevndirnar í undirfeløgunum var tað arbeiðslýsing og vantandi arbeiðstíð, sum var tann størsta avbjóðingin.
Tað eru ikki bara lærarar við serútbúgvingum, ið merkja henda ójavnan ímillum arbeiðsuppgávu/byrðu og arbeiðstíð. Flestu lærarar ynskja at gera sítt arbeiði væl, men tá arbeiðstíðin ikki er nøktandi, gerst tað alt truplari at náa egnum málum um góða undirvísing. Vit hava sæð í fleiri skúlum, at lærarar undirvísa fleiri tímar, og tíðin til annað virksemi minkar. Hóast eitt vaksandi ynski um, at vit støðugt arbeiða við trivnaði og ymiskum øðrum viðurskiftum, sum ikki neyðturviliga hoyra undir undirvísingartíðina.
Tað hvørki hevur verið, ella fer at vera rætt, at vit arbeiða meiri uttan tilsvarandi lønarhækking. Ivasamt er eisini, hvussu leingi lærarar kunnu økja arbeiðstíðina uttan, at tað hevur negativa ávirkan á undirvísingina.
Aðalfundur verður leygardagin. Fleiri valevni eru til nevndina. Hetta vísir ein vaksandi áhuga fyri nevndararbeiðinum og felagnum sum heild, og tað er gleðiligt. Hóast hetta eisini kann vísa, at vit eru fleiri, ið meta arbeiðsumstøðurnar ikki vera nøktandi.
Mítt størsta ynski er, at nevndin fær gjørt okkurt munagott við arbeiðstíðaravtaluna. Havi eg møguleikan, so fari eg at gera mítt til, at lærarar fáa best møguligan sáttmála til komandi samráðingar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan