Tíðindi/Greinar

14.03.2018

Málmenning á breddan

Árið í ár er málár, tað fegnaðist eg um, tó havi eg fleiri ferðir sitið og undrast, hvat tað merkir. Eg eri tíverri ikki komin til nakra niðurstøðu. Eg veit snøgt sagt ikki, hvørji mál eru fyri árið og heldur ikki, hvat er á skrá. Fyri at kunna eftirmeta eitt átak, er neyðugt at vita, hvørji málini eru, ella er onki at eftirmeta. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Kanska eg ferðist á skeivum pallum og havi tí ikki fingið nóg holla kunning og vitan um hetta árið. Men á hvørjum pallum ferðist eg? Jú, á øllum viðkomandi fyri mítt yrki, hugsi eg. Eg brúki ein stóran part av mínum degi millum børn og saman við børnum, so mítt íkast til málárið skuldi verið so sjálvsagt. Tó geri eg hvørki meiri ella minni, nú tað er málár. Eri eg ikki ein, ið skuldi vitað neyvt, hvat fór at henda hetta árið?

Eg haldi, at tað er alneyðugt við einum málári, men tað er ikki líkamikið, hvat verður sett í verk, og hvør er ein partur av hesum. Sjálv var eg, umboðandi Føroya Lærarafelag, á einum degi í Norðurlandahúsinum, sum var uppleggið til málárið. Hetta var ein mikið góður dagur, men síðan tað, haldi eg, at kunningin hevur verið ongin.

Á hesum degi varð nógv tosað um, hvussu gerast skuldi í barnagørðum, hvussu týdningarmikið tað er, at vit byrja við teimum smáu. Tað kunnu vit ikki vera ósamd í, men vit kunnu ikki bert seta inn hjá teimum smáu. Vit mugu seta inn allastaðni, tí vit kunnu ikki lata tey, ið eru í skúlanum í dag, varða av málburðinum hjá komandi ættarliðnum. Um so er, at vit ikki seta inn øll skúlaárini, so fáa vit, um nøkur ár, foreldur, ið ikki eru før fyri at læra síni egnu børn góðan og rættan málburð. Børn og ung halda, at tað er stuttligt at kanna ella at fáa at vita, hvat orð merkja, ið tey vanlig ikki hoyra og brúka, vit skulu brúka hetta forvitni.

Fyrsti førningur, ið tey mugu og skula hava er, at vera góð við málið. Tað stimbrar at vera millum fólk, ið eru góð við málið, og so mugu vit ikki vera so bangin fyri at rætta okkara børn og ungu. Um vit ikki vegleiða og rættleiða tey, hvør skal so? Skulu tey sjálv standa fyri hesum arbeiðinum?

KVF hevur havt onkra sending, har mál var umrøtt, og hava hesar verið sera áhugaverdar og viðkomandi, men tað er ikki nóg mikið. Hetta røkkur ikki alt føroyafólk, men allarhelst bert tey, ið eru áhugað í máli.

Vit mangla at hoyra tær góðu søgurnar, tær góðu søgurnar á øllum frontum, soleiðis at vit onnur kunnu gera okkara meting, hvørt vit kunnu fylgja aftaná. Málárið kemur í tøkum tíma og fari eg at ynskja, vit vit ikki gloyma henda týdningarmikla tátt, tá árið er av. Tá málið er broytt almikið vendist ikki aftur.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni