Tíðindi/Greinar
13.07.2023
Við skúlaársbyrjan í 2012 fóru vit frá kenda 13-skalanum, sum hevði tænt okkum frá 1981, til sonevnda 7-tals-stigan. Nýggi próvtalsstigin bygdi á OECD-tankar og fylgdi leiðini hjá Danmark. Próvtølini í 7-trins-stiganum eru 12, 10, 7, 4, 02, 00 og -3. Væntað varð, at øll londini um okkara leiðir fóru at fylgja sama leisti, men so var ikki.
Minus trý gevur onga meining. Hvussu í víðu verð kann ein lærari greiða einum næmingi frá, at avrikið hjá viðkomandi er minni enn null? Í gamla 13-skalanum byrjaðu tølini við 00 (null-null), tað kann geva meining, tí um ein einki veit um evnið, so er null ein hóskandi lýsing, sjálvt um tað er trupult at seta null-null sum karakter á eitt avrik, tí næmingarnir síggja ofta karakterin galdandi fyri sín persón, heldur enn bert at síggja karakterin sum ein meting av einum einstøkum avriki.
7-tals-stigin byggir eisini ov nógv á, at vit hyggja at feilum, og tað er keðiligt. Við 7-tals-stiganum skal próvdómarin ov ofta grundgeva við feilum í avrikinum hjá næminginum, ella hvørji “lýti” eru. Í kunngerðini fyri próvtalsstigan eru próvtølini lýst við frágreiðing, har orð sum “mest sum lýtaleyst”, “onkrum smávegis lýtum”, “við nøkrum lýtum” og “fleiri grov lýti” eru avgerandi í metingini. Um tað er nakað, sum næmingarnir ikki hava tørv á, so er tað at fáa at vita hvørjar feilir teir gera. Tá er betri sum lærari at kunna greiða frá, hvat teir duga, sjálvt um vit altíð høvdu vitjað, at tey dugdu meira. Um vit hyggja at gamla 13- skalanum, so brúkar tann kunngerðin orð, sum lýsa ella meta um, hvussu avrikið er, so sum gott, miðal, toluligt ella vánaligt, og ikki hvørjir feilirnir eru.
Tá næmingar fáa 00 (null-null) eftir 7-tals-stiganum, so hevur næmingurin eina ávísa vitan um evnið, men tað røkkur tó ikki til at standa, men tá ein fær null-null sum karakter, so ljóðar tað sum um ein einki veit, tí null kenna vit frá støddfrøðini sum tekin fyri einki. Í gamla stiganum vóru metini fyri ikki staðið tvey, 03 og 5. Tað vóru úttrykk fyri, at ein visti nakað um evnið, og við talmetinum 5 kundi lærarin greiða næminginum frá, at hann visti nakað um spurningin og var tætt við at standa royndina. Tá var lættari at greiða frá, hvat talmetið var eitt tekin um.
Markið fyri at standa royndina í 7-tals-stiganum er 02. Tað ljóðar ikki av nógvum, tá næmingurin við hesum meti fatar so mikið av setninginum, at tað verður góðtikið. Um vit samanbera talið fyri staðið, 02, við hægsta karakter, 12, so er 12 seks ferðir so stórt sum 12. Í 13- skalanum varð talið fyri staðið 6. Tað ljóðar av munandi meira at fáa 6 heldur enn 02, og 6 er á leið helvtin av 11 ella 13, sum vóru hægstu met tá.
Lærarar sakna eisini betri møguleikar at gera mun á miðalgóðum avrikum. Í 13-skalanum vóru trý tøl, 7, 8 og 9, sum lýstu avrik, ið vóru ávikavist undir miðal, miðal og yvir miðal. Í dag eru tvey tøl í miðjuni, 4 fyri eitt sonevnt hampiligt avrik og 7 fyri eitt gott avrik. 7-talið er ein sera breiður karakterur, og lopini frá 4 til 7 og til 10 eru stór. Próvtølini 4 og 7 ljóða ikki av so nógvum í mun til 10 og 12, sum 8 gjørdi í gamla skalanum í mun til 11.
Nú hevur 7-tals-stigin verið galdandi í nøkur ár, so lærarar vita, hvat teir tosa um, tá teir gera vart við, at tað er trupult at vísa næmingunum á í 7-tals-stiganum, hvat próvtalið er tekin um, so vit hava brúk fyri einum dagførdum próvtalsstiga. So er spurningurin eisini um, hvussu nógv vit skulu nýta próvtøl í fólkaskúlanum, men tað er ein annar partur.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan