Tíðindi/Greinar
21.06.2018
Vit vita lítið um fólkaskúlan og virksemið í skúlanum. Men nakrar kanningar eru gjørdar í fólkaskúlanum, og tað er gott. Við kanningum kunnu vit taka støðu og skipa arbeiðið í skúlanum grundað á vitan. Men kanningar koma ikki til sín rætt, um úrslitini ikki verða viðgjørd. Tað gagnar skúlanum lítið, um niðurstøðurnar frá kanningini standa einsamallar, tá er kanningin eins væl ógjørd.
Tvær kanningar, ið hava verið frammi í miðlunum, eru kanningin Jóhannes Miðskarð, “Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum”, og stóra lesikanningin hjá Lesikanningarbólkinum. Báðar kanningarnar vísa á, at lærarin hevur ávirkan á menningina og støðið hjá einstaka næminginum hjá flokkinum. Hetta eru áhugaverd úrslit, og tey samsvara væl við altjóða granskingarúrslit.
At lærarar gera mun í undirvísingini eru ikki nýggj tíðindi. Hesi úrslit eru staðfestingar av tí, ið vit roknaðu við. Meira áhugavert er at fáa vitan um, á hvønn hátt føroyskir lærarar náa góðu undirvísingini. Hesa vitan fáa vit bara, um vit viðgera og greina úrslitini. Í mun til okkara skúla og føroysk viðurskifti.
Ein eygleiðing hjá Jóhannes Miðskarð í síni kanning er, at tað er lítil námsfrøðilig leiðsla í arbeiðinum hjá skúlaleiðarum. Tað er lítið samstarv millum leiðslur og lærarar um undirvísingargongdir, og tað er avmarkað samstarv millum lærarar á skúlum um undirvísing. Hansara tilmæli er økt samstarv í skúlanum. Størri samstarv millum lærarar um undirvísingina og størri samband millum skúlaleiðaran og einstaka læraran um undirvísingina.
Hesi tilmæli hjá Miðskarð, at leiðslur og lærarar samstarv um undirvísingina er eisini í samsvari við tilmæli frá altjóða gransking. Ein av hesum samstarvsleiðunum í skúlum er Professionellir Lærandi Felagsskapir, stytt PLF. Gransking vísir á, at í skúlum, har lærarar arbeiða eftir sjónarmiðunum í PLF. Har mennast lærararnir, og næmingarnir at standa seg betur.
Í Føroyum eru tað skúlar, ið hava tikið grundsjónarmiðini í PLF til sín og eru farnir at skipa arbeiði í skúlanum eftir hesum. Ein høvuðstanki í PLF er, at lærarar arbeiða saman um at skipa og eftirmeta undirvísingina. Eisini um teir undirvísa hvør sær. Við hesum arbeiðshátti er ætlanin, at lærarar deila vitan sínámillum og mennast í felag. Men hesin arbeiðsháttur krevur, at lærarar hava rúma tíð at samstarva um undirvísing í síni arbeiðstíð.
Her er tað, at eg meti Mentamálaráðið gongur ímóti tilmælunum frá granskingini í fólkaskúlanum. Vanligu lærararnir eru farnir upp í undirvísingartíð við upp til tveir tímar um vikuna. Í samsvari vit hetta er tíðan til annað virksemi í skúlanum hjá hesum lærarum minkað. So at lærarar nú hava væl minni tíð at samstarva um sína undirvísingina.
Eg haldi, at ráðini hjá Jóhannes Miðskarð um økt samstarv í skúlanum um undirvísing eru verd at royna. Sum er, er tað trongt hjá leiðslum og lærarum at finna tíð til hetta samstarv. Men ráð er fyri hesum. Loft skal setast á undirvísingartíðina hjá lærarunum, og tíð til samstarv um undirvísingina skal samsvarandi økjast í virksemisætlani. Tað vil eggja til samstarv og leiða okkum fram ímóti einum betri skúla.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan