Tíðindi/Greinar

10.07.2017

Lítið, minni, minst

Tímajáttanin er minkað eitt vet, sjálvt um uppgávunar eru fleiri. Hvussu kann tað samsvara við útsøgninar, at tímar fylgja við, og at tímajáttanin ikki er lækkað? Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

So er enn eitt skúlaár farið aftur um bak. Eg siti og skrivi hesa grein sama dag, sum eg havi fingið summarfrí, og ikki minst sama dag, sum eg havi fingið mína famøsu tímatalvu. At fáa tímatalvuna er altíð spennandi, og eftir hondini er tað ikki altíð við góðum vónum, at man hyggur at tímatalvuni. Brennandi spurningurin er ikki longur, hvørjar lærugreinar og hvørjar flokkar havi eg næsta ár, men heldur, hvussu nógvar pultstímar havi eg næsta ár, tí tendensurin er, at vit skulu undirvísa meira og hava minni tíð til restina, sum eftir hondini fyllir rættiliga nógv í skúlanum.

Eg tosaði við ein stjóra, sum segði mær, at trý ár á rað er undivísingartímatalið hjá lærarum hækkað ein tíma um árið. Hetta er sjálvandi ymiskt, hvussu tað rakar, men staðfestast kann, at so er, tí tað er tað sama, sum lærarar bera fram.
Í ár hevur verið reypað í fjølmiðlunum um, at endiliga fáa næmingar í sjeynda flokki samfelagsfrøði á tímatalvuna, heilar tveir tímar um vikuna, og ikki minst at tímar fylgja við. Hetta er stórt, samfelagsfrøði er týdningarmikið, men tað er ring at fáa eyga á tímarnar, ið fylgja við. Samstundis eru støddfrøðivegleiðarar klaktir og skulu eisini hava tímar fyri at røkja ta uppgávuna, men har havi eg onki hoyrt um at tímar fylgja við, men onkur annar skal nokk siga nakað annað.

Havandi hetta í huga, so skuldi verið sjálvsagt, at ein skúli, ið hevur nøkulunda sama næmingatal skúlaárið 16/17 og 17/18, skuldi fingið fleiri tímar. Eftir at hava tosað við ein leiðara á einum miðalstórum skúla við nærum sama næmingatali hesi bæði undirvísingarárini, má eg staðfesta, at so er ikki. Sannleikin er tann, at tímajáttanin er minkað eitt vet, sjálvt um uppgávunar eru fleiri. Hvussu kann tað samsvara við útsøgninar, at tímar fylgja við, og at tímajáttanin ikki er lækkað?

Skjótt fari eg at syngja í sama kóri sum tey, ið syngja ”hvussu kann tað vera, at man hevur ráð til risaíløgur í deyð ting, men man hevur ikki ráð til at gera íløgur í børn, ung og gomul?” Sjálvandi eri eg vitandi um, at landsins ríkidømi má deilast millum tey, ið her búgva, og at tað verður seinur dagur, at vit verða samd um, hvussu tað skal gerast. Men tað er eisini neyðugt, at landsins myndugleikar gera sær greitt, hvat kann fáast fyri pengarnar, ið verða tillutaðir. Man kann ikki vænta sær at fáa somu tænastu fyri somu játtan, tá uppgávurnar vera fleiri og kompleksari. Er játtanin tann sama, men uppgávurnar fleiri, so er neyðugt at staðfesta, hvat ikki skal røkjast ella gerast.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni