Tíðindi/Greinar

16.05.2019

Lærugreinasamstarv er rætti vegurin

Vantandi samstarv kann ganga út yvir arbeiðshugin- og dygdina, og tískil eiga leiðslur nú at raðfesta tíðina til meiri ráðlegging og lærugreinasamstarv. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Vit merkja í fólkaskúlanum, at tíðin og orkan als ikki altíð røkkur til dygdargott samstarv um næmingar og undirvísing. Orsøkin er sannlík tann, at vit undirvísa meira nú og samstarva minni, tí á flestu skúlum eru tímarnir til ráðlegging farnir væl niður um 100 skrásettir tímar.

Leiðslur á flestu skúlum merkja, at játtaðir tímar ikki røkka til fulla ráðlegging til hvønn lærara. Hetta er ein óheppin støða fyri leiðslur, ið ynskja ein skúla, har lærarar fáa tíð at menna seg fakliga í samstarvi.

Fyri fáum árum sóu vit, at flestu lærarar fingu 120 tímar, sum er hægsta markið, men nú síggja vit á fleiri virksemisætlanum hjá lærarum kring landið, at tíðin til ráðlegging er minkað munandi. Hetta viðførir heilt einfalt, at lærarar fáa ein tíma meira í undirvísing um vikuna fyri at røkka 1800 tímum á virksemisætlanini.

Føroyski fólkaskúlin stendur á einum vegamóti, har broytingar longu eru kunngjørdar, og aðrar eru ávegis. Lærarafelagið, skúlaleiðarafelagið og lærarar eiga at krevja meira tíð til samstarv og eiga ikki at góðtaka, at undirvísingartíðin hækkar ár fyri ár.  

Nú er tíðin búgvin at sláa nevan í borðið og melda út, at fólkaskúlin ynskir meira fíggjarliga orku og harvið meira tíð til samstarv, menning og ráðlegging.

Meira fokus á lærugreinasamstarv

Í dag hava vit vanliga toymisarbeiði í flokkum, árgangum og deildum, men vit eiga at hugsavna okkum nógv meira um vælskipað lærugreinasamstarv.

Á mínum skúla hevur leiðslan raðfest samstarvandi lærugreinatoymi og minkað um aðrar fundir so sum stórtoymisfundir o.a. Nógv kann jú samskipast við teldusamskifti. Sostatt kunnu hesir tímar heldur brúkast til veruligt fakligt samstarv, ið er til gagns fyri allar lærarar og læringina.

Sjálvur merki eg tað lættari at undirvísa, tí eg altíð havi onkran í sama flokki ella í einum grannaflokki at styðja meg til viðvíkjandi ráðløgdu undirvísingargongdunum, sum lærugreinatoymið hevur orðað. Merki ein týðiligan mun, og tað er eisini stuttligt at greiða næmingum frá, at vit royna ymiskt nýtt í okkara 3. flokki, sum tey eisini royna í 2. flokki.

Eitt nú hevur okkara lærugreinatoymi samstarvað um ymiskar hættir viðvíkjandi lesing. Síðan hava vit lærarar eftirmett, um hvør háttur møguliga var mest gagnligur fyri lesingina og motivatiónina o.s.fr.

Eisini hava vit roynt aðrar undirvísingarhættir- og gongdir. Tað, at tað tykist lættari at undirvísa, ger, at hugurin er vaksin, og ein er spentur at royna aðrar hættir komandi skúlaár í tøttum samstarvi við lærarar, ið hava áhuga fyri tí somu lærugreinini. 

Leiðslustýring avgerandi leiklut

Avbjóðingin hjá leiðslum verður helst at sannføra og eggja teir meira royndu lærararnar, at hetta ítøkiliga lærugreinasamstarv er gagnligt fyri bæði teir sjálvar og næmingarnar. Eisini er tað umráðandi, at leiðslur seta røttu lærararnar saman, sum teir vita hava áhuga fyri onkrari serstakari lærugrein.

Tann nýútbúni lærarin, sum kanska kennir seg nakað ótryggan, fær á henda hátt fakligan íblástur og kann eftir loknar undirvísingargongdir eftirmeta og leggja framtíðarætlanir saman við hinum í lærugreinatoyminum, eins og hann kann gera egnar undirvísingarætlanir.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni