Tíðindi/Greinar

12.11.2018

Lærarin, ið eg ikki vil verða

Langtíðar sjúkrameldingar er ein stórur missur fyri samfelagið og spreiðir sum ringar í vatninum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

'Langtidsrask' lærer: "Jeg tog mig i at vise dårlige sider af mig selv"

Hetta er ein yvirskrift í eini grein, ið stendur á folkeskolen.dk. Í fyrstu atløgu helt eg, at henda greinin fór at snúgva seg um tilgongdina sum sjúkrameldaður lærari vegna strongd, men har fór eg skeiv.

Hetta snýr seg um strongd, men úr einum øðrum týdningarmiklum sjónarhorni. Ikki er tað lætt at vera sjúkrameldaður av strongd, og tað er týdningarmikið, at hond verður tikin um tey, so tey koma so væl ígjøgnum sum gjørligt.

Tað, sum ofta verður gloymt í hesum arbeiði, er, at í skúlunum sita teir lærarar, ið skulu draga lessið, sum vit plaga at siga. Tá ein lærari í einum toymi er burtur í eitt longri tíðarskeið, eru tað tey, ið eru eftir, ið mugu taka um endan. Tað vita báðir partar av, og tað kann vera ein tung byrða at bera.

Sjálv haldi eg, at hesir lærarar ofta verða gloymdir. Teir eru ikki við í almenna kjakinum, og eru teir við, so er tað ofta sum ein lítil parentes.

Greinin nevnir sera týðiliga, hvat tað er sum hendir við arbeiðsumstøðunum hjá teimum, ið sita eftir. Hvørjir førleikar, ið detta niður ímillum orsakað ov lítlari tíð og ov stórari ábyrgd. Ofta er tað so, av góðum grundum, at tann, ið kemur at undirvísa, er kanska ungur ella ikki nóg væl inni í lærugreinini o.s.fr. Tá so er, er tað natúrligt, at aðrir lærarar traðka til og hjálpa. Um so er, at man tekur hesa ábyrgd, so er neyðugt at finna fokus, og tað endar ofta við at vera tann fakligi parturin. Lærarar vita, hvørjir fakligir førleikar skulu náast í einum ári, tí verður sett inn har. Prísurin fyri hesa raðfesting er, at nærvera, samskifti og tollyndi við næmingarnar kemur í aðru røð. Hetta eru førleikar, ið geva okkum samband og eina fjølbroytta mynd av næmingunum.

Hvussu skulu vit hava eina fjølbroytta undirvísing, ið tekur støði í ymsu næmingunum, tá orkan einans røkkur til tað fakliga? Tað er ikki lætt at svara, tí tað er undirvísing, ið ongin tímir. Serstakliga ikki næmingarnir.

Langtíðar sjúkrameldingar er ein stórur missur fyri samfelagið og spreiðir sum ringar í vatninum.

Áherðsla verður løgd á ymisk fyribrigdi í samfelagnum við jøvnum millumbilum, men eg síggi ikki nakað ítøkiligt úrslit koma burturúr øllum prátinum, tí tað er bert prát og føgur orð.

Prát varpar ljós á trupulleikarnar, men loysir onki. Verulig tiltøk mugu til. Landið má hava eina yvirskipaða ætlan, og hvør einstakur skúli má somuleiðis hava eina ætlan, ið er einføld at seta í verk, og sum tekur ætlit til teir lærarar, ið eru eftir.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni