Tíðindi/Greinar

08.07.2020

Lærarin – ein bulur í samfelagnum

Lærarar gera sítt besta til tess at fáa allar næmingar at trívast, soleiðis at øll kunnu hava tað gott í skúlanum. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva, og sjálvandi gongst ikki altíð sum ætlað.

Lærarayrkið er nógv broytt millum ár og dag. Tað er púra natúrligt. Tá ið tosað verður um, hvussu tað var í skúlanum fyrr, verður ofta skjótt komið fram til, at ein ávís tign var knýtt at lærarayrkinum. Skuldi okkurt sigast við læraran, varð sagt tygum og ikki tú. Møtti tú læraranum á vegnum, varð høviskliga steðgað á at biðja góðan dag. Soleiðis er tað ikki dag, og tað er eisini púra natúrligt. Sum alt annað í samfelagnum eru viðurskiftini millum lærara og næming eisini broytt, men eins og lærarin fyrr var ein bulur í samfelagnum, er hann so sanniliga eisini tað í dag.

Tað kann væl vera, at vit javnan hoyra, at tað ikki er tann sama tignin yvir lærarastarvinum longur, og at virðingin fyri starvinum heldur ikki er tann sama sum áður, men eg haldi ikki, at tað er so svart og hvítt. Eg haldi, at í dag hava tey flestu stóra virðing fyri tí arbeiði, lærarar gera. Tí tað er ikki bara bara at vera lærari í dag.

Lærarauppgávan í dagsins samfelagi er meira fjøltáttað og krevur fleiri aðrar førleikar. Lærarin hevur sjálvandi framvegis ábyrgdina av at læra næmingarnar alt tað fakliga, og tað verður eisini væntað av honum, at hann sjálvur er væl fyri fakliga. Aftur at hesum skal lærarin so eisini læra næmingarnar nógv menniskjalig virði. Her hugsi eg um tað, sum stendur í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini. Har stendur m.a., at skúlin skal skapa líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, og at næmingarnir skulu kunna búnast í treysti til sín sjálvs.

Hetta eru ikki smávegis krøv, og tað krevur sítt til at liva upp til tey. Og tað gera lærarar hvønn einasta dag. Lærarar gera sítt besta til tess at fáa allar næmingar at trívast, soleiðis at øll kunnu hava tað gott í skúlanum. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva, og sjálvandi gongst ikki altíð sum ætlað. Tað vil altíð vera onkur støða, har tú hevði viljað, at okkurt hevði verið gjørt øðrvísi. Hinvegin vil eg eisini siga, at tað eru nógvar sólskinssøgur í skúlanum, har lærarar, næmingar og avvarðandi finna gott stev, og skúlagongdin av tí sama verður góð, og næmingarnir hava góð minni um sína skúlatíð.

Tí er eingin ivi hjá mær, at lærarin eisini í dag er ein týðandi bulur í samfelagnum. Lærarin skal búgva næmingarnar til framtíðina, so at teir blíva sjálvstøðugir og klára at skapa sær sjálvum eitt innihaldsríkt og gevandi lív. Tað er ikki hissini uppgáva! Nei, tað er hinvegin ein so sera týdningarmikil álitisuppgáva. Eg haldi eisini, vit kunnu siga, at hon verður væl loyst. Í øllum førum gera lærarar dagliga sítt allarbesta, og tað røkkur øgiliga ofta rættiliga langt.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni