Tíðindi/Greinar
31.07.2019
Føroyska læraraútbúgvingin er grundin undir føroyska fólkaskúlanum. Í 1870 var farið undir læraraútbúgving í Havn; sostatt verða tað í komandi ár 150 ár síðani, at læraraútbúgvingin byrjaði í Føroyum. Tað kann illa setast orð á, hvønn týdning læraraútbúgvingin hevur havt fyri føroysku tjóðina.
Ein treyt fyri, at vit hava ein góðan fólkaskúla, eru dugnaligir lærarar, og leiðin hjá flestu lærarunum í Føroyum byrjar á læraraútbúgvingini á Frælsinum. Tí er tað so týdningarmikið, at okkara læraraútbúgving hevur góðar umstøður og er væl mannað við væl skikkaðum starvsfólkum, so at vit hava fáa góða útbúgving.
Tað hevur týdning fyri fólkaskúlan, at tað eru dugnalig lesandi, ið velja læraraútbúgvingina sum sína yrkisútbúgving. Tey, sum verða tikin upp til læraraútbúgvingina, eru væl skikkað. Tey hava høgt met frá miðnámi, aðrar útbúgvingar ella hollar royndir frá arbeiðslívinum. Men vit mugu altíð arbeiða fyri, at tað er áhugavert at velja lærarayrkið sum sína, og her hevur útbúgvingarstaðið sítt at siga.
Hølisumstøðurnar hjá læraraútbúgvingini krevja bata. Í 1968 var eitt stórt tak tikið fyri læraraútbúgvingina, tá ið Læraraskúlin var tikin í nýtslu. Tað vóru karmar, ið tæntu læraraútbúgvngini. Nú, hálva øld seinni, stendur illa til við hølunum hjá læraraútbúgvingini. Gamli Læraraskúlin, ið Námsvísindadeildin húsast í, er ikki hildin viðlíka. Undirvísingarhølini eru slitin, og skrivstovurnar til umsiting og undirvísarar eru fluttar undan blámusoppi í Nóatún. Tað skapar einki lestrarumhvørvi, tá ið lesandi og undirvísarar eru á hvør sínum matrikli.
Útbúgvingin var broytt til B.Ed í undirvísing í 2008, og Føroya Læraraskúli var lagdur saman við Setrinum. Ein broyting var eisini, at undirvísararnir á Námsvísindadeildini stóran part av starvinum skuldu granska í fólkaskúlanum. Men starvsfólkini á Námsvísindadeildini undirvísa ov stóran part av arbeiðstíðini, og granskingin er bara í lítlan mun vorðin veruleiki. Talið á førstum størvum á Námsvísindadeildini er ikki meira enn tað var á Læraraskúlanum, sjálvt um økti granskingarparturin átti at havt við sær fleiri starvsfólk.
Námsvísindadeildin fær ov lága raðfestingin á Setrinum, tá ið tað kemur til at seta undirvísarar í fast starv. Undirvísarar eru farnir úr starvi á Námsvísindadeildini, uttan at nakar er settur í staðin. Og tað eru fleiri fakøki, har Námsvísindadeildin ikki hevur starvsfólk í føstum starvi at taka sær av lærugreinini. Hetta er serliga galdandi í náttúruvísindaligu lærugreinunum og í handaligu og listarligu lærugreinunum.
Læraraútbúgvingin má hava betri hølisumstøðurnar, og fleiri undirvísarar eiga at verða settir í fast starv. Sum gongdin hevur verið hjá læraraútbúgvingini síðan samanleggingina við Setrið, so ivist eg í, um hetta er rætta skipanin fyri útbúgvingina. Eg haldi, at Læraraskúlin hevur goldið ein prís fyri menningina av øðrum útbúgvingum á Setrinum. Politiska skipanin má taka ábyrgd og geva læraraútbúgvingini betri umstøður at virka undir. Vit hava ikki ráð til at lata standa til.
Nú 150 ára dagurin hjá læraraútbúgvingini í Føroyum nærkast, er eitt gott høvi at fáa útbúgvingina aftur á beint.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan