Tíðindi/Greinar
02.08.2018
Í 1870 varð tað gjørligt hjá føroyingum at útbúgva seg sum lærarar í Føroyum. Eftir tátíðarstøðu Føroya var hetta eitt óvanliga stórt framstig fyri føroyingar og komandi ættarlið.
Byrjanin varð tó heldur fløkjaslig. Við skúlalógini frá 1854 í huga ynsktu føroyingar at betra um skúlaviðurskiftini og skúlaskap í Føroyum. Og á heysti 1868 søkti Løgtingið saman við V. U. Hammershaimb, prósti, um pening fyri at fáa lærararnar á Realskúlanum at undirvísa og útbúgva føroyingar til lærarar. Hóast mótstøðu frá eitt nú Holten, amtmanni, varð Færøernes Seminarium endaliga sett á stovn í 1870.
Tólv lesandi vóru í fyrsta, søguliga læraraflokkinum. Longu á vári 1871 fekk Gregers Joensen av Eiði prógv sum lærari. Orsøkin til hesa skjótu lærutíð var helst tann, at Gregers hevði verið skúlalærari, áðrenn hann fór á Læraraskúla. Gregers arbeiddi øll síni ár á Eiði.
Tey fyrstu árini tók tað tvey ár at lesa til lærara, og ikki fyrr enn í 1938 skuldi tú lesa 4 ár. Kvinnur sluppu á Læraraskúla í 1884, og føroyskt varð ein lærugrein í 1907.
Fyri 50 árum síðan flutti Læraraskúlin út á Frælsið saman við Venjingarskúlanum, og har hevur skúlin húsast og ment seg nógv eftir umstøðunum.
Kollveltandi bygnaðarbroytingin í 2008
Tá ið Føroya læraraskúli gjørdist partur av Fróðskaparsetri Føroya í 2008, varð útbúgvingin broytt á nærum kollveltandi hátt. Fyrireikingar høvdu sjálvsagt verið í nøkur ár, og Læraraútbúgvingin varð í 2008 á fyrsta sinni nú skipað í tveimum stigum: Fyrsta stigið er ein B.Ed. útbúgving (bachelor of education), sum tekur trý ár. Lesandi, ið vilja gerast fólkaskúlalærarar (ella námsfrøðingar), skulu harafturat taka eitt fjórða ár, ið gevur yrkisførleika sum lærari. Heitið á nýggja Læraraskúlanum varð Námsvísindadeildin.
Felagsskapurin og dagligt virksemi mennir lærarar
Einki eigur at standa í stað, men spurningurin, um broytingin í 2008 hevur gagnað skúlaverkinum, stendur ósvaraður. Vit vita snøgt sagt ov lítið til at koma við einari greiðari niðurstøðu.
Ein sannroynd er tó, at fleiri av teimum handaligu- og kreativu lærugreinunum eru antin niðurraðfestar ella tiknar burtur, og ofta eru lærarar leigaðir útifrá at undirvísa í summum lærugreinum. Hetta var “ikki gamalt” og skapar neyvan ein sterkan felagsskap á staðnum – serliga ikki, tá ið lesandi nú bert eru vanliga í skúla 2-3 ferðir um vikuna.
Felagsskapurin og tað at arbeiða- og allatíð vera tætt saman við fólki er ein týðandi partur av lærarayrkinum.
Myndugleikar eiga sum skjótast at eftirmeta skipanina og hyggja m.a. eftir, um bygnaðarbroytingarnar hava rakt deildina ov hart figgjarliga og harvið eisini fakliga. Vælvitandi, at Setrið hevur sítt frælsi at skipa og raðfesta sínar útbúgvingar, mugu vit øll sum varða av skúlaskapi ikki lata Føroya Læraraskúla fána í einum stórveldi, sum ivaleyst roynir sum frægast at fáa putlispælið at ganga upp.
Nú tað stundar til 150-ára stovnsárið er tað eitt gylt høvi hjá MMR og nýggja Undirvísingarstýrinum at hyggja nærri at viðurskiftunum á Námsvísindadeildini og kanna, um tað eru nøkur fíggjarlig- og faklig átøk, sum eru neyðug á Frælsinum.
Keldur:
Skole på Færøerne i 1000 ár, Ludvig Peterse, 1994
www.setur.fo
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan