Aftur í ár skipaði Føroya Lærarafelag fyri konsert við lærarum. Konsertin var 7. februar á Reinsarínum í Havn.
Jákup Dahl Wardum leiddi kvøldið framúr væl og tey, sum framførdu, vóru: Lív, Elly og Heri - Bárður á Lakjuni - Ásbjørn Berthelsen, Jasmin Jovanovic, Bárður á Lakjuni og Ingmar Mikkelsen - Peter Niclasen og Pauli Hansen - Dagfinn Olsen og Ingun Háberg - Guðrun Sólja og Høgni Jógvanson - Húsaorkestri á Fløtum við Malan Eyðunsdóttir, Sjúrði Ravnsfjall, Tóra Rasmussen, Oddfríða Marna Rasmussen, Jákup Dahl Wardum og Sigmundi Jógvansson.
Eisini var spurnarkapping. Myndir: Eyðbjartur S. Skaalum