Tíðindi/Greinar
11.07.2019
Tað er nú løgið, at tey somu evnini alla tíðina koma undan kavi í fólkaskúlanum. Eg havi nú í nøkur ár skrivað greinar til heimasíðuna hjá Skúlablaðnum, og til tíðir sýnist tað sum um, at eg endurtaki meg sjálva.
Eg havi fyrr skrivað um førleikastovuna, um at hon má endurskoðast, og at hon onki fær gjørt, uttan neyðuga játtan. Nú hendir endiliga nakað í hesum máli. Ein kunngerð er á veg, har man hevur hugt at uppgávunum hjá førleikastovuni, og hvussu hesar skipast best møguligt. Tey, ið eru partur av førleikastovuni, hava havt høvi at gera viðmerkingar til kunngerðina, og tað veit eg, at tey hava gjørt.
Hóast hetta arbeiði verður gjørt til lítar, so kunnu hesi fólk ikki gera undurverk. Eg vóni, at tað verður so, at tímajáttanin til fólkaskúlan og serøkið verður soleiðis, at hon røkkur til tað arbeiði, ið er ásett og neyðugt. Ein skúli er ikki bert lærarar við serútbúgving, bulurin í flestu skúlum eru teir, ið dagliga hava nógva floksundirvísing. Hesir lærarar hava tørv á einum sparringspartnara. Teir hava brúk fyri, at onkur annar gevur teimum holla ráðgeving. Hetta er ein partur av tí, ið førleikastovan ger, og sum hon má fáa tímar til.
Eg síggi í uppskotinum til kunngerðina, at førleikastovan skal hava í minsta lagi 8 fundir árliga. Vónandi verður tað ikki so, at fundir eta størsta partin av játtanini, soleiðis at lærarar ikki fáa ágóðan av tí servitan, ið førleikastovan hevur. Skúlar eru so ymiskir í stødd, at ymiskt er. hvat tørvur er at fundast um, og ymiskt er, hvussu nógvar tímar tey fáa játtað til ymsu økini, ið eru umboðað í førleikastovuni. Eg havi fult álit á, at teir lærarar, ið sita í førleikastovuni, hava førleikar at meta um, hvørt tað er av týdningi at brúka nógvar tímar at fundast ella ikki. Komandi skúlaár fær leiðarin av førleikastovuni tillutað tímar, ið eru oyramerktir til hesa uppgávu. Hetta ger tað lættari at halda uppgávurnar atskiltar. Tað hevur ofta verið ført fram, at leiðsluuppgávan í førleikastovuni etur alt ov nógv av tímajáttanini. Hetta skuldi broytst nú. Vónandi fara tær broytingar, ið verða gjørdar, at lætta um arbeiðsbyrðuna, lærarum og næmingum at frama.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan