Tíðindi/Greinar
18.03.2025
Tørvurin á eftirútbúgving í fólkaskúlanum er rættiliga stórur, og nógv ár eru liðin, síðani lærarar sluppu at eftirútbúgva seg. Her verður hugsað um t.d. telduvørðir, skúlabókavørðir, lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar, skúlavegleiðarar, serlærarar og orðblindalærarar. Fleiri lærarar, sum tóku onkra av hesum útbúgvingum, eru farnir úr starvi, og aðrir hava ikki nógv ár eftir í starvinum.
Tí er alneyðugt, at ferð verður sett á eftirútbúgvingarpartin. Fólkaskúlanum tørvar lærarar, nú eins og áður, sum hava nomið sær servitan á hesum økjum. Tað er við til at tryggja øllum næmingum eina so góða skúlagongd sum gjørligt.
Í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í skúlamálum fyri knøppum tveimum árum síðani, verða eftirútbúgvingar viðgjørdar, og har er eisini uppskot um, hvussu tær kunnu setast í verk.
Í áðurnevnda áliti verður gjørt rættiliga nógv burtur úr eftirútbúgvingarpartinum, og arbeiðsbólkurin hevur fleiri tilmæli, sum snúgva seg um eftirútbúgving. Arbeiðsbólkurin greiðir rættiliga neyvt frá, hvørjar eftirútbúgvingar skulu vera fyri fólkaskúlalærarar, og hvussu eftirútbúgvingarøkið eigur at verða skipað. Tosað verður bæði um langar eftirútbúgvingar á diplom-, bachelor- og masterstigi, sum Námsvísindadeildin eigur at skipa fyri, og stuttar eftirútbúgvingar sum AKT og SSP og skeiðsvirksemi, sum Nám skipar fyri, eins og gjørt verður í dag. Arbeiðsbólkurin skjýtur eisini upp, at árliga játtanin til eftirútbúgving á fíggjarlógini skal vera 3,5-4,0 mió. kr.
Av tí at lærarar alt ov leingi ikki eru slopnir at eftirútbúgva seg, er eftirútbúgvingartørvurin í løtuni stórur, og tí verður helst trupult at seta alt í verk í senn. Tí verður í tilmælinum um eftirútbúgvingar mælt til, at talan verður um eina skipaða tilgongd, har eftirútbúgvingar verða bodnar út við jøvnum millumbilum, og arbeiðsbólkurin hevur eisini eitt ítøkiligt uppskot, hvussu raðfestast skal. Raðfestingin er grundað á, hvørjar útbúgvingar hava bíðað longst og tørvin, sum er í løtuni.
Tað er av alstórum týdningi, at fólkaskúlin hevur væl útbúnar lærarar innan lærugreinir og serlig fakøki, ið eru knýtt at undirvísingini og virksemi skúlans sum heild.
So her liggur eitt meira ella minni grýtuklárt uppskot í skuffuni, sum lýsir tørvin væl. Tað er ikki neyðugt at finna upp á aðrar loysnir, har endamálið bara er at spara pengar. Tað ber ikki til at spara seg til ein betri fólkaskúla, og eftirútbúgvingar til lærarar er eitt øki, sum hevur verið forsømt alt ov leingi.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan