Tíðindi/Greinar

06.08.2024

Lærarar mugu sleppa at eftirútbúgva seg

Tørvur er á eini skipaðari tilgongd, har eftirútbúgvingarnar verða bodnar út við jøvnum millumbili. Tað mangla eftirútbúgvingar innan fleiri øki í fólkaskúlanum, umframt eftirútbúgving innan fjølbroytta læring, trivnað og sosialan felagsskap. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Ein fólkaskúlalærari má altíð kunna eftirútbúgva seg. Tað er neyðugt í einum samfelagi, sum er í støðugari broyting. Fólkaskúlin má fylgja við tí, sum hendir í samfelagnum annars, og lærararnir, sum arbeiða í skúlanum, mugu hava møguleikar dagføra seg og at ogna sær nýggja vitan. Talan kann bæði vera um onkur styttri skeið innan fyri okkurt ávíst øki og eftirútbúgvingar, sum geva onkran serligan førleika.

Í tilmælinum “Fólkaskúlalógin – broytingar”, sum varð handað landsstýrismanninum fyri einum góðum ári síðani, eru nógv góð tilmæli. Eitt av teimum snýr seg um eftirútbúgving.

Í tilmælinum um eftirútbúgving verður nógv skilagott sagt, og greitt verður væl frá stóra tørvinum á eftirútbúgving í fólkaskúlanum. Tørvur er á eini skipaðari tilgongd, har eftirútbúgvingarnar verða bodnar út við jøvnum millumbili. Tað mangla eftirútbúgvingar innan fleiri øki í fólkaskúlanum, umframt eftirútbúgving innan fjølbroytta læring, trivnað og sosialan felagsskap. Allar eftirútbúgvingar eru ikki so drúgvar, og tí ber væl til at skipa fyri fleiri í senn.

Bólkurin, sum hevur gjørt tilmælið, hevur eisini gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar eftirútbúgvingar og skeið eiga at vera, og hvussu raðfestast skal. Altso í hvørjari raðfylgju hetta eigur at verða framt. Ikki óvæntað eru eftirútbúgvingar til skúlabókavørðir og telduvørðir ovast á listanum, tí tað eru 20 ár síðani, at skúlabókavørðir tóku prógv, og 19 ár síðani útbúgving fyri Kt-vørðir var skipað. Hesi tøl tala fyri seg. Tað er alneyðugt at gera okkurt á eftirútbúgvingarøkinum í fólkaskúlanum.

Og tað skuldi heldur ikki verið so nógv bein í at fingið hetta framt. Bólkurin, sum hevur gjørt øll tilmælini um broytingar í fólkaskúlanum, hevur gjørt eitt vala arbeiði, og tað er klárt at seta tað í verk. Raðfestingarnar eru gjørdar, og uppskotið er so at siga grýtuklárt.

Men rætt skal vera rætt. Okkurt er hent á fólkaskúlaøkinum. T.d. hava lærarar nomið sær eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál, og tað er gott og neyðugt. Onkur eftirútbúgvingarskeið eru eisini sett á skrá til komandi skúlaár, men tað skal meir til. Hetta økið hevur ligið á láni alt ov leingi, og sum støðan er og hevur verið leingi, missir fólkaskúlin so líðandi lærarar, sum hava nakrar av hesum eftirútbúgvingum. Tá ið 20 ár ganga, áðrenn útbúgvingin verður boðin út av nýggjum, er skjótt at rokna seg fram til, at sannlíkt er, at onkur, sum tók útbúgvinga fyri 20 árum síðani, ikki er í starvi longur.

Vónandi tekur politiski myndugleikin støðuna í álvara og bøtir um støðuna við eftirútbúgvingum til lærarar í fólkaskúlanum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni