Tíðindi/Greinar

01.05.2019

Læraraleikluturin og undirvísingartímatal

Millum okkum lærarar er eingin ivi um, at vit eru farin at undirvísa ov nógv, men onkuntíð standa nógv onnur, sum ikki eru lærarar, eitt sindur spyrjandi, tá ið tey hoyra, at vit halda tað vera ov nógv at undirvísa 27-28 tímar um vikuna. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Takk! Hetta er fyrsta orðið, ið rennur mær til hugs, nú eg skal skriva mína fyrstu grein til heimasíðuna hjá Skúlablaðnum. Eg takki hjartaliga fyri stóra stuðulin, eg fekk á aðalfundinum 6. apríl. Nevndin hevur nú skipað seg, og so er bara at fara til verka.

Á aðalfundinum legði eg dent á, at neyðugt er at hyggja upp á undirvísingartímatalið; tað hevur fylt nokk so nógv í práti millum lærarar, og m.a. tosaði formaður okkara Jacob Eli S. Olsen um hetta í drúgvari samrøðu í Sosialinum. Millum okkum lærarar er eingin ivi um, at vit eru farin at undirvísa ov nógv, men onkuntíð standa nógv onnur, sum ikki eru lærarar, eitt sindur spyrjandi, tá ið tey hoyra, at vit halda tað vera ov nógv at undirvísa 27-28 tímar um vikuna.

Kanska skulu vit viðhvørt duga betur at greiða frá, hvat tað er, sum vit meina. Í fyrsta lagi kunnu vit siga, at tú jú ikki bara møtir upp í skúlastovuni og undirvísir tínar 27 ella 28 tímar. Tað skal góð og long fyrireiking til tess at hava eina dygdargóða undirvísing. Nógvir tankar og nógv hugskot kunnu vera havd á lofti, áðrenn ein kemur fram til tað, sum ein ætlar at fremja í verki.

Eisini munnu nógvir lærarar kenna seg aftur í, at undirvísing og næmingar meir ella minni melur í høvdinum alla tíðina. Sjálvt um skúladagurin endar um trítíðina, er tað ikki soleiðis, at læraraheilin verður settur í frígir, og so er tað frí fyri rest. Ein lærari hevur alla tíðina antennurnar úti og roynir at lofta ymiskum, sum hann sær ella hoyrir.

Umframt at undirvísa einar 27-28 tímar hevur ein lærari í dag fleiri aðrar uppgávur at taka sær av. Hann skal samstarva við leiðslu, starvsfelagar, foreldur, sosialar myndugleikar o.s.fr. Talan kann vera um fundir av ymsum slagi, ella tað kann vera at skjalfesta ymiskt viðvíkjandi onkrum næmingi, sum hevur okkurt at stríðast við, og har tað ikki gongur eftir vild. Hetta er ein partur av lærarayrkinum í dag, og tað er nakað, sum lærarar gera púra natúrliga. Ofta tekur hetta drúgva tíð, tí tað er als ikki lætt at finna eina loysn beinanvegin. Tað er menniskju, vit fáast við, og tað krevur ofta, at farið verður fram við varsemi, og loysnin er ein long tilgongd.

Í hesum liggur eisini kjarnin í øllum hesum málinum, haldi eg. Tú fært ikki ein effektivari lærara, um tú bara setur hann at undirvísa fleiri tímar. Minka tímarnar til allar aðrar uppgávur samstundis, dugi eg ikki at síggja, at nakar vinnur. Gamaní hava vit kanska fingið ein bíligari fólkaskúla í rakstri, men úrslitið, sum kemur út í hinum endanum, er ikki nøkrum til gagns. Hvørki lærarum ella nøkrum øðrum!


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni