Tíðindi/Greinar
06.04.2019
Formaður komandi trý árini verður Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður seinastu tvey árini.
Fyri vali stóðu Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, og Jona Højsted, lærari á Skálatrøð í Klaksvík. Umframt tey stillaðu eisini Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, og Tórhallur við Gil upp, lærari í Skúlanum við Løkin, upp. Fyrstvaldur gjørdist Carl Eli Nolsøe Samuelsen við 146 atkvøðum, og síðan Jona Højsted við 137 atkvøðum. Av tí at Jacob Eli S. Olsen nú er formaður, er Tórhallur við Gil komin inn fyri hann sum fyrsti varalimur við 114 atkvøðum. Annar varalimur er Jákup av Skarði, sum fekk 91 atkvøður.
Umframt í nevndini er Andrea á Rípuni. Nevndin skipar seg ein av fyrstu døgunum.
Aðalfundurin er á Hotel Føroyum, og í kvøld er veitsla