Tíðindi/Greinar

25.10.2021

Læraradagar 9.-11. novembur 2021

Tað er alneyðugt, at týdningurin av lesing enn einaferð kemur í hvønn krók. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Í komandi mánað eru læraradagar. Í ár hevur man valt at leggja tiltakið yvir tríggjar dagar, soleiðis, at vit betur rúmast í Norðurlandahúsinum. Skráin sær spennandi út, høvuðsevnið er lesing, og hetta er framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020. Hetta hóvar mær serstakliga væl, tí tað er altíð gott at tvinna átøk saman fyri at raka so breitt sum gjørligt, og fyri at røkka so langt út sum møguligt.

Tað er alneyðugt, at týdningurin av lesing enn einaferð kemur í hvønn krók. Hetta eru ikki tíðindi, ið vit ikki hava hoyrt fyrr, men jú oftari vit hoyra og síggja um lesing, jú betri eru vit før fyri at taka støðu til, hvat er gott at gera, og hvat nýtt rørir seg á økinum. Neyðugt er eisini at staðfesta og endurtaka, at lesiførleiki ikki bert er ein førleiki, ið hoyrir mállærugreinunum til. Lesing er í øllum lærugreinum; lesing er ein grundleggjandi førleiki, tí er tað ein felags uppgáva hjá øllum lærarum og lærugreinum at fáa næmingar at lesa meiri og betur. Av tí sama er tað eisini ein felags avbjóðing, at børn og ung lesa so lítið. Hetta førir við sær, at tað er torført hjá næmingum at lesa og fyrihalda seg til tekst, sum er aldurssvarandi. Tey kenna ikki neyðugu orðini og hava ikki førleikan at orða seg á skrift ella í talu. Minnist til, summi lesa við oyrunum og skulu hava atgongd til tilfar tann vegin.

Hyggja vit í skránna fyri læraradagarnar, so síggja vit eina breiða viftu av orðinum lesing. Har eru bæði kannandi bókmentaundirvísing, máltøka, støddfrøðiligt lesiføri o.a. Sera hugtakandi skrá, sum er verd at seta seg inn í og kanna eitt sindur, áðrenn dagurin kemur. Vita hvat hesi fólkini, sum vit fara at hoyra, arbeiða við, so vit kunnu fáa sum mest burturúr.

Um tú vilt vita meira um Føroyar lesa ella læraradagarnar, harímillum “gamlar” læraradagar, so er at fara inn á heimasíðuna https://www.xn--froyarlesa-0cb.fo/ ella https://snar.fo/laeraradagurog lesa.

Vit síggjast til ein góðan og mennandi læraradag.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni