Tíðindi/Greinar
09.02.2022
Tann 20. mars 2020 skrivaði undirritaði eina grein, sum fekk heitið “Tá corona kom í skúlan”. Enntá corona við c. Hetta var um tað mundið, tá ið samfelagið læt aftur, og eisini næmingar og lærarar vórðu send til hús, og fjarundirvísing varð eitt av nýggju lyklaorðunum. Og eitt annað orð varð eisini nógv havt á munni: Teams! Skipanin, sum upp á mangar mátar var pallurin, sum skúlin brúkti til samskifti og undirvísing.
Áðurnevnda grein endaði við orðunum “og eingin ivi skal vera um, at vit gleða okkum øll til at fáa ein vanligan gerandisdag í skúlanum aftur.” Nú knøpp tvey ár seinni eru hasi orðini so sonn, sum tey eru søgd. Tá ið tey av fyrstan tíð vórðu skrivað, haldi eg ikki, at eg ímyndaði mær, at tað skuldu ganga næstan tvey ár, áðrenn ein vanligur skúladagur aftur var at hóma.
Nú nærkast kortini til, at vit umsíðir fáa ein vanligan skúladag aftur. Løgmaður so at siga avlýsti korona í Føroyum á tíðindafundi herfyri, og tann 28. februar fara øll tilmæli eftir ætlan úr gildi.
Korona hevur tó ikki slept okkum heilt enn, og framvegis eru skúlar, sum eru hart raktir. Vónandi er bara ein spurningur um tíð, nær alt er hæsað av á øllum skúlum. Tí tað hevur verið ein strævin tíð fyri allar partar. Tað var t.d. hent at hava Teams til fjarundirvísing at byrja við, men í longdini var tað ikki haldgott. Tað kann ikki upp á nakran máta koma í staðin fyri undirvísing, har lærarar og næmingar eru saman í einari floksstovu, og lærarin undirvísir. Tað haldi eg, vit kunnu staðfesta.
Eisini hevur tað verið trupult at hava reglusemi í undirvísingini og í flokkunum, tá ið fleiri næmingar støðugt hava manglað. Tað hevur verið neyðugt at leggja undirvísing og alt annað øðrvísi til rættis, og tað hava lærarar púra natúrliga gjørt. Tað er ein dygd, sum ikki skal undirmetast.
Seinasta tíðin, serliga síðani farið var í skúla aftur eftir nýggjár, hevur kravt sítt. Eins og øll onnur øki í samfelagnum hevur skúlin verið hart raktur av korona. Nógvir lærarar hava verið smittaðir, og tað hevur sett eitt á ávíst trýst á flestu skúlar í landinum. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið so stórur partur av lærarahópinum hevur verið smittaður í senn, hevur tað kravt sítt, og tað hevur verið trupult at fáa kabalina at ganga upp.
Men nú hómast tíbetur eitt ljós í havsbrúnni. Smittutilburðirnir eru framvegis nokk so nógvir í tali, men lat okkum vóna, at stígur fer at koma í tað talið, og at tað fer at ganga ímóti vanligari tíðum. Tað hava vit øll brúk fyri.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan