Tíðindi/Greinar

25.02.2025

Limirnir eru drívmegin í felagnum

Eitt fakfelag er einki uttan limir. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Føroya Lærarafelag hevur 127 ár á baki. Øll hesi árini hevur endamálið verið at arbeitt soleiðis, at lærarar, kring alt landið, hava góðar arbeiðsumstøður, fáa ráðgeving v.m.

Uttan limir felagsins hevði felagið ikki verið tað sama, og tí er tað av alstórum týdningi, at vit sum nevnd tryggja at halda fram við hesum arbeiði og tryggja okkum, at limirnir trívast í felagnum.

Tað eru limirnir, sum við sínum arbeiði og ídni gera felagið sterkt. Teir eru røddin, sum felagið arbeiðir fyri at hoyra og verja. Tí er tað avgerandi, at fakfelagið virðismetir og stuðlar limunum á best møguligan hátt.

Ein av fremstu uppgávunum hjá okkum í nevndini er at tryggja, at limirnir hava góðar arbeiðsumstøður. Hetta inniber at tryggja góð lønarviðurskifti, góðar arbeiðstíðir og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Tað skal tryggjast, at limirnir hava bestu møguleikarnar at útinna sítt arbeiði á ein tryggan og virðiligan hátt.

Ein av uppgávunum er eisini at skapa trivnað fyri limir okkara. Trivnaður er ikki bert tongdur at arbeiðsumstøðum og fakligari menning.

Ein partur er eisini limarøkt, har skipað verður fyri ymsum tiltøkum. Hetta styrkir samanhaldið og skapar ein góðan felagsskap. Hetta hava vit gjørt nakað burturúr í seinastuni. Eitt nú høvdu vit eina sera væl eydnaða lærarakonsert í Reinsarínum. Eisini var í vikuskiftinum skipað fyri einum limatiltaki í Vági. Her var tað føroyski dansurin, ið var settur á skránna. Eisini eitt væl eydnað tiltak. Tað er hugaligt at møta til slík tiltøk og merkja á limunum, at teir seta prís upp á tað arbeði, ið verður gjørt. Hetta er eisini partur av endamálsorðing Føroya Lærarafelags. Har stendur nemliga “§ 1. Endamál Føroya Lærarafelags er at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólkaskúlans og at fremja vælskipaðan skúlaskap á kristnum grundarlagi í Føroyum.”

Tað er okkara uppgáva at styrkja og stimbra samanhaldið hjá lærarum, og hetta er júst tað, vit fáa burturúr, tá vit skipa fyri limatiltøkum. Limirnir fáa møguleika at hittast, práta og geva hvørjum øðrum íblástur.

Tá Føroya Lærarafelag í 2023 bleiv 125 ár, varð eisini skipað fyri fleiri tiltøkum. Limatiltak var við Løkin, konsert í Reinsarínum, og eisini hátíðarhildu vit føðingardag Hans Andriasar. Tað var á hesum degnum, at Frits Johannesen greiddi frá málninginum, hann málaði til 125 ára stovningardagin.

Tað at skipa fyri limatiltøkum hevur stóran týdning, tí eitt fakfelag er til fyri limirnar. Eitt fakfelag er einki uttan limir.

Eg vóni, at vit framyvir halda fast í hesum tiltøkunum, og at tit lærarar framhaldandi fara at taka lut í tiltøkunum, sum verða fyriskipað.

Endamálið hjá Føroya Lærarafelag er og skal altíð verða at tryggja, at limirnir trívast og kenna seg væl í sínum arbeiði. Tí uttan limir er grundarlagið undir felagnum ikki til staðar.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni