Tíðindi/Greinar
01.05.2018
Sum nýggja kanningin av lesivanum hjá skúlabørnunum í Føroyum vísir, so er tað avgjørt ein avbjóðing hjá okkum øllum, at børn í Føroyum lesa ov lítið.
Tíanverri staðfestir kanningin tað, vit longu høvdu varhugan av. Føroysk børn lesa alt ov lítið. Eftir standa so spurningurin: hvat so? Hvat gera vit við henda trupulleikan, og hví er støðan, sum hon er? Lutvíst siga børnini, at bókatilboðini passa ikki teirra áhuga, og at úrvalið av bókum á føroyskum ikki er nøktandi.
Eins og við øðrum førleikum, so krevur lesing venjing. Tað er ymiskt, hvussu lætt vit koma til ymisku førleikarnar. Tað skal meiri venjing til hjá summum, enn hjá øðrum. Lesing er ein grundleggjandi førleiki, sum ger, at vit megna at finna okkum vitan á ymiskum økjum. Skal hetta hepnast hava vit tørv á ávísum lesiførleika.
Kanningin vísir, at tað í flokshøpi er ymiskt, hvussu ofta børnini lesa, hvussu ofta tey eru á bókasavni og mangt annað. Tað, at tað er ein samanhangur ímillum, hvussu ofta børnini eru á bókasavninum, og hvussu ofta tey lesa, er kanska ikki so løgið. Úrvalið av bókum heima og í skúlastovuni er sjáldan eins stórt og eins skiftandi, sum tað er á bókasavninum.
Skulu børnini lesa nógv og fjølbroytt, mugu tey hava atgongd til lesitilfar, sum kveikir lesihugin.
Tá tað er sagt, so loyvi eg mær at ivast í, hvussu nógv av hesum vit kunnu leggja á føroysklæraran. Sum støddfrøðilærari haldi eg, at tað er mín ábyrgd, at læra næmingarnar at lesa støddfrøðitekstir. Tó so, verður ikki nógv tíð í mínum tímum brúkt til tað at læra at lesa.
Tað, at næmingar lesa, og at teir lesa nógv, gevur teimum lesiførleikar og eitt stórt orðfeingi, samstundis, sum eitt stórt orðfeingi frá byrjan ger tað lættari hjá børnunum at lesa. Børn við lítlum orðfeingi hava trupult við at skilja tekstir við nógvum orðum. Ikki tí, at tey ikki megna at lesa og úttala orðini, men tí tey vita ikki, hvønn týdning orðini hava.
Vónandi kann tað, at MMR í ár hevur sett eina millión av til málmenning hjá børnum, og at Radarin í KVF hevur sett sjóneykuna á lesivanarnar hjá børnum og hendan lesikanningin, sum nú er gjørd, gera okkum øll meiri tilvitað um mál og lesimenning hjá okkara børnum.
Eftir stendur so stóra avbjóðingin við mál og lesimenning hjá okkara børnum. Hetta mugu vit lyfta í felag, dagstovnar, skúli og ikki minst heimini.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan