Tíðindi/Greinar
11.08.2020
Í einum tíðindastubba, sum er lagdur á heimasíðuna hjá UMMR tann 24.07.2019, stendur, at landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, hevur ásett 2020 at vera ár fyri átakið “Føroyar lesa”. Hetta er eftir tilmæli frá teimum fýra, Sissal M. Rasmussen, Lydiu Didriksen, Marjuni Ziskason og Turið Kjølbro. Hetta tilmælið kemur í kjalarvørrinum av eini lesivanakanning, ið tær gjørdu millum føroyskan ungdóm.
Tað hevur verið arbeitt miðvíst við átakinum “Føroyar lesa”, men enn er ikki komið á mál. Hetta er eitt týdningarmikið arbeiði, sum skal í gongd. Tað, at føroyskur ungdómur lesur alt ov lítið, kunnu vit ikki bara lata eyguni aftur fyri. Vit hava í eina tíð gjørt nógv burturúr at fáa eina so góða lesibyrjan sum gjørligt. Nýtt og gott lesi- og kanningartilfar er gjørt, og hevur hetta eisini gjørt mun í arbeiðinum við at fáa næmingar at knekka lesikoduna so skjótt sum gjørligt. Hetta arbeiðið má og skal halda fram, men nú tá tað tilfarið er komið upp á pláss og hevur fingið sítt pláss í fólkaskúlanum, er neyðugt at hugt verður at, hvat so skal henda. Tað liggur nógv arbeiði eftir, tá næmingarnir hava knekkað koduna. Hetta arbeiðið er at fáa næmingar at lesa av áhuga.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur árliga nógvar spennandi bøkur út; uttan tað arbeiðið, so hevði verið illa statt við barna- og ungdómsbókum á Føroya landi. Hetta eru bøkur, ið kunnu keypast umvegis bókaklubban, skúlar kunnu keypa, og harafturat er Nám staðið, har nógvar bøkur eru sum flokssett. Men hvat verður gjørt við lesihug í fólkaskúlanum, og hvat hevur lærarin stundir til? Seinnu árini hava fleiri skúlar skipað ein part av árinum við at hava lesiløtur hvønn dag. Hesar eita ymiskt og eru skipaðar ymiskt. Felags fyri tær allar er, at flestu næmingum dámar hesar løtur. Løtur, har man kann lesa uttan at skula svara ymsum spurningum, ella skriva okkurt aftaná. Bara at lesa fyri at lesa, tí eg tími, ella tí at eg kann.
Ein hornasteinur í hesum arbeiði er at miðla vitan um lesing. Ein lyklapersónur í hesum arbeiði er bókavørðurin. Tað er týdningarmikið, at tann persónurin, ið situr á bókasøvnunum kring landið, er fakpersónur við hollari vitan um savnið. Útbúgving er neyðug, tí stórar broytingar eru á økinum, vónandi verður tað ikki skumpað enn longur út í framtíðina, enn tað er í løtuni.
Reyði tráðurin í læraradøgunum komandi ár er lesing; hetta er í samsvari við tað, landsstýriskvinnan setti sær sum mál á sinni. Hetta kunnu vit gleðast um, tí lesing er í øllum.
Í 1966 gjørdi UNESCO av, at 8. septembur er altjóða dagur at varpa ljós á lesing og lesiførleika. Eg fari at ynskja okkum øllum ein góðan altjóða lesidag.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan