Tíðindi/Greinar

30.10.2023

Lat okkum lyfta trivnaðin í felag

Øll eiga at kunna trívast í fólkaskúlanum, og eingin eigur at verða happaður. Lat tað vera staðfest beinanvegin. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Í trivnaðarkanningini, sum bleiv almannakunngjørd herfyri, kom tíverri fram, at ikki øll trívast so væl í fólkaskúlanum. Størsti parturin av børnunum trívist tíbetur væl, men so eru eisini nøkur, sum av einhvørji orsøk ikki trívast so væl. Tað er keðiligt at staðfesta, at summi børn ikki trívast so væl, tí sjálvandi skulu øll kunna kenna seg væl í skúlanum og ikki mistrívast.

Tann lætta, og kanska heldur einfalda, niðurstøðan er, at skúlarnir mugu taka sær um reiggj og syrgja fyri, at øll fara at trívast í fólkaskúlanum. Tað ljóðar lætt, helst ov lætt, tí veruleikin er óivað eitt sindur meira samansettur.

Skúlin skal eyðsæð gera alt tað, hann er mentur, at fáa børnini at trívast, og tað verður sanniliga gjørt. Lærarar kring landið brúka ómetaliga nógva orku og nógva tíð upp á júst hendan partin av arbeiðnum. At fáa eitt barn, sum hevur mistrivist, at trívast aftur, er ein trupul og torgreidd uppgáva at loysa. Tað finst sjáldan nøkur skjót loysn. Tilgongdin kann vera rættiliga drúgv og fevnir sum oftast um meira enn bara sjálvan skúladagin. Viðhvørt kann talan vera um okkurt ávíst í skúlanum, sum ger, at viðkomandi ikki trívist, men tað kann eisini vera okkurt heilt annað.

Tí er tað óivað skilagott at síggja trivnað í einum størri samanhangi, sum snýr seg um allan gerandisdagin. Ein gerandisdag, sum vit øll eiga at vera felags um, foreldur, familja, skúli, frítíðarítriv o.s.fr. Vit vilja øll, at øll skulu trívast. Tað sigur seg sjálvt. Tað kann væl vera, at skúlin í onkrum førum kundi loyst onkra støðu betur og øðrvísi, treyðugt so, men sjálvandi verður altíð roynt av øllum alvi at fáa øll at trívast í skúlanum. Tað kemur eisini meira enn so fyri, at okkurt hendir uttan fyri skúlatíð, sum so ávirkar trivnaðin hjá einstaka barninum í skúlanum. Tá verður roynt saman við t.d. foreldrum at finna fram til, hvat tað er, sum bagir.

Kanska onkur lesur hesar reglur sum eina verjurøðu fyri skúlan og lærarar, men tað er so ikki ætlanin. Ætlanin er bara at vísa á, at trivnaður er nakað, sum vit eiga at royna at lyfta í felag. Skúlin eigur sjálvandi sína stóru ábyrgd at tryggja, at øll hava tað gott í skúlanum. Lítið er kortini at ivast í, at vit røkka uppaftur betri úrsliti, um vit standa saman um hetta arbeiðið og síggja tað sum eina felags uppgávu.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni