Tíðindi/Greinar
28.09.2017
Sjálvt um skúlin hevur fingið fleiri uppgávur álagdar, so er tó størsti partur av arbeiðinum í skúlanum arbeiði í einstøku lærugreinunum. Tað arbeiði er neyvt lýst í námsætlanini við endamálsorðing, støðisførleikum og fakligum førleikamálum til hvørja lærugrein. Mínar royndir og fatan er, at av hesum trimum eru tað fakligu førleikamálini. ið fáa størst pláss í undirvísingini.
At lærarar geva fakligu førleikamálunum í lærugeinini stóran ans er gott, tí at tað er teirra uppgáva, sum hon er lýst í námsætlanini. Men eg ivist í, um tað er skilagott, at tað eru so nógv faklig førleikamál nevnd í hvørji lærugrein. Á 9. floks-stigi eru 29 faklig førleikamál í landafrøði til 2 tímar um vikuna og 44 í alis- og evnafrøði til 3 tímar um vikuna. Hetta viðførir, at um lærarar skulu náa at viðgera øll førleikamálini í undirvísingini, so er ov lítil tíð til hvørt fakøki. Lærarin fær ikki farið fakliga í dýpdina við næmingunum, og tað er ein trupuleiki.
Á forbundsseminarinum í Oslo hjá NLS í ár hevði norski professarin frá Universitetinum í Oslo, Sten Ludvigsen, ein fyrilestur um týdningin av, at næmingar fáa høvi til at fara í dýpdina fakliga í arbeiði sínum í skúlaum. Hann grundgav fyri, at læruúrtøkan hjá næmingunum í einstøkum evnum er tengd at tíðini, ið tey arbeiddu við evnunum, og fyri at næmingarnir kundu náa tað hann nevndi “dybdelæring”, ið hann metti sum ein treyt í framtíðarskúlanum.
Norska undirvísingarmálaráðið hevur tikið hesi ráð til sín, og tey eru í nú ferð við at broyta námsætlanir sínar. Ein av stóru broytingunum í nýggju námsætlanunum verður, at talið á fakligu førleikamálunum verður væl minni. Hetta vilja tey gera, so lærararin kann dvølja longur við hvørt evni, og at næmingarnir kunnu hugsavna seg um sama evni í longur tíð og á tann hátt fáa eina dypri fatan av evninum.
Námsætlanirnar hjá okkum hava nøkur ár á baki. Tá ið tær komu, hjálptu tær at gera fakligu málini í lærugreinini sjónligari. Eg haldi tó, at hesi fáa ov stórt pláss í lærugreinunum, og at hetta forðar næmingunum í “dybdelæring”. Tí haldi eg, at tíðin er komin at endurskoða okkara námsætlanir, og sum íblástur til hetta arbeiði kunnu vit læra nógv við at fylgja við royndunum, ið tey gera í Noregi í løtuni.
Framløguskrá hjá professara Sten Ludvigsen, frá Department of Education á Universitetinum í Oslo: http://nls.info/arkiv.html?directory=3175 (Presentation Sten Runar Ludvigsen.pdf)
Leinkja til síðu við norsku námsætlanunum:
https://www.udir.no/utdanningslopet/grunnskole/
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan