Tíðindi/Greinar
15.05.2024
Fara vit nóg langt aftur í tíðina, so var skúladagurin skipaður við tímum à 45 minuttum við einum longum døgurðasteðgi á middegi. Hetta gjørdi, at næmingarnir høvdu eina fríløtu eftir hvørjar 45 minuttir, og haraftrat var ein longri steðgur mitt á degnum. Tá so arbeiðispláss fóru frá at hava døgurðasteðg, broyttist hetta eisini í skúlunum. Hetta stytti væl um skúladagin. Nakað seinni leggja skúlarnir tímarnar saman í blokkar, soleiðis at tímarnir vera 90 minuttir. Nakað av fríkorterunum, sum detta burtur, verður brúkt til eitt longri fríkorter ella til matarsteðgin.
Tá tímarnir vóru styttri, og døgurðasteðgur var, høvdu næmingarnir 100 minuttir gjøgnum skúladagin, har teir ikki vóru bundnir at undirvísing. Tá vit stytta fríløturnar og leingja undirvísingartíðina, hevur hetta óivað ávirkan á næmingarnar. Onkur hevur lætt við at laga seg til broyttu umstøðurnar, ímeðan tað er truplari hjá øðrum. Tá tímarnir vóru 45 minuttir, vóru tað eisini næmingar, ið ikki høvdu bindindi at sita inni í skúlastovuni. Tað kann sýnast, sum hesir næmingarnir gerast fleiri. Tølini hjá psykiatriska deplinum vísa í hvussu er á eina økta tilgongd. Hetta er ikki ein tilgongd, vit eiga at fegnast um, tí hetta er ikki ein gongd leið.
Eg havi ikki fatan av, at vit hava hópin av næmingum, ið eiga at verða útgreinaðir, hóast eg síggi nógvar næmingar, ið hava trupult við at laga seg til skúlaskipanina.
Á námsvísindaliga granskingardegnum fingu vit innlit í ymisku granskingarnar, ið eru á barna- og ungdómsøkinum í Føroyum. Hetta var ein áhugaverdur dagur. Vit hava alt ov lítið av gransking í føroyska fólkaskúlanum, men vit eru á veg fram á leið, og tað kunnu vit gleðast um.
Eitt, ið eg haldi kundi verið áhugavert at kanna, er, um tað hevur ávirkan á trivnaðin hjá skúlanæmingunum, um tíðarbilini millum undirvísing og steðg broytast. Serliga í yngru flokkunum havi eg hug at halda, at tað hevði gjørt stóran mun, um undirvísingartíðarbilini vóru 45 heldur enn 90 minuttir. Hvørt dagurin er langur ella kennist langur hevur ávirkan á, hvørja úrtøku næmingarnir hava av skúladegnum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan