Tíðindi/Greinar
29.10.2018
Tað er heilt víst at gleðast um, tá vit fáa føroyskt tilfar til ymisku undirvísingarfakini í skúlanum. Nú undirvísi eg als ikki í føroyskum, og kenni tí ikki týdningin av hesum tilfari. Men óivað er hetta ein góð hjálp hjá lærarunum at tillaga undirvísingina til einstaka næmingin.
Tað var yvirskriftin inni á mmr.fo, sum vakti mín áhuga. Hóast vit eru í eini tíð, har vit mestsum eru samd um, at eginleikarnir vit ynskja, at okkara børn og ungu fáa eru: evnini at samstarva, kreativitetur, framburður, eginlæring og eginmotivatión. So halda vit fram við royndum, sum skulu vísa, hvar tey eru bókliga.
Samstundis er so ynskiligt, at næmingarnir eru sjálvbjargnir, hava gott hugflog, eru kreativ og hava eina sunna sjálvsfatan. Vit eru so ómetaliga áhaldin í at seta hesar somu næmingar til royndir av ymiskum slagi. Longu í 1. flokki fara tey til fyrstu lesikanningina, eftir tað koma landsroyndir, møguliga ein PISA-roynd og til seinast próvtøka.
Tað kann tykjast undrunarvert, at næmingar ikki skulu royna seg í samstarvi, kreativiteti og framburði. Í eini tíð, har hetta hevur alstóran týdning. Er tað tí vit ikki tora, ella tí vit ikki duga?
Hvat er tað, ið hendir, tá vit senda 4. flokk til landsroynd? Er tað ikki júst tað, ið hendan yvirskriftin á mmr.fo sigur vit ikki skulu? Kanna vit tá ikki allar næmingarnar í júst somu førleikum? Er tað ikki her, at lesitungi næmingurin hevur alt truplari við at loysa givnu uppgávuna? Ikki tí hann ikki megnar at loysa hana til fulnar, men hann hevur ikki ta tíðina honum tørvar, ella tí at umstøðurnar honum tørvar ikki eru til staðar í verandi royndarskipan.
Hava næmingar góð kreativ evni, evnini at samstarva og at hugsa og loysa uppgávur øðrvísi, so eru hetta førleikar, ið næmingarnir ongantíð koma til roynd í í fólkaskúlanum.
Samstundis, sum vit hoyra alt meiri um, hvussu stóran týdning hesi praktisku, menniskaligu evnini hava, so halda vit fram við at kanna onnur evni hjá næmingunum. Sjálvt um mentamálaráðharrin vísir á, at ”kópar ikki skulu kappast við apur í klatring”, er tað so ikki júst tað, vit gera við teimum royndum vit álegga næmingunum? Sjálvandi skal arbeiðið, sum fer fram í skúlunum ,eftirmetast, men gera vit hetta á ein skilagóðan hátt, so tað gagnar næminginum, skúlanum og í síðsta enda landinum best?
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan