Tíðindi/Greinar

19.07.2024

KT-varðatíðin skerd munandi

Nú tímabýtið til skúlaárið 2024-2025 langt um leingi kom út í skúlarnar, vóru KT-varðatímarnir skerdir munandi. Eftir at skúlanet er farið at virka, og alt fleiri skúlar eru festir í skipanina, eru tímarnir, ið skulu brúkast í skúlunum, skerdir við eini helvt. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tað er ongin loyna, at mín vitan innan KT-arbeiðið ikki er av teimum størstu, men KT-vørðirnir í skúlanum hava mangan verið mær góðir.

Tá alt er komið í rættlag, er meiningin, at vit í fleiri førum skulu at venda okkum til Skúlanet, tí okkara trupulleikar skulu loysast sentralt. Tað, at hava onkran at ringja til nærum alt døgnið, er kanska slettis ikki so galið, men tá eitthvørt ikki riggar í undirvísingini, ella kopimaskinan ikki vil gera eftir boðum, tá kennist Skúlanet nokk so langt burtur. Oftast tá lærarar standa við einum KT-trupulleika, er best um hetta verður loyst so skjótt sum til ber. Tá tímarnir til KT-vørðin nú eru skerdir so nógv, sum teir eru, so undirvísa KT-vørðirnir størsta partin av arbeiðstíðini, tí verður enn truplari at fáa skjóta hjálp til telduavbjóðingarnar, sum vit kunnu renna okkum í.

Onnur avbjóðing, sum vit hava, er, at tað er ikki fyri okkum vanligu at vita, nær ein trupulleiki eigur at vera sendur KT-vørðinum ella Skúlanetið. Hóast onkur skriv eru, sum siga, hvør eigur hvørja uppgávu, so er tað langt frá allir lærarar, sum kenna so mikið til KT, at teir vita, hvar ein trupulleiki liggur.

Ein arbeiðslýsing má gerast, tí tað er ikki nøktandi arbeiðsumstøður, hvørki hjá KT-vørðinum ella teimum lærarum, sum eru í skúlunum, at vit ikki vita, um avbjóðingin skal loysast lokalt ella sentralt. Arbeiðslýsingin má tí vera so einføld og nágreinilig, so at vit, sum eru um næmingarnar, hava samstarv við heimini og tí eisini eiga at stuðla teimum við KT-avbjóðingunum og vita, hvussu vit bera okkum at. Nær ein trupulleiki kann loysast av Skúlaneti, nær onkur teldukønur uttanífrá skal til, ella nær telduvørðurin er rætta hjálpin, er ikki lætt hjá okkum, sum hava lítla tøkniliga vitan at halda skil á. At tíðin til KT-vørðin er skerd so ógvisliga nú, vit eru í eini umlegginartíð, vísir, at tey, ið stýra, ikki heilt hava skilt, at alt krevur meiri tíð, ímeðan tillagingar verða gjørdar.

Arbeiðslýsing til ymisk øki í fólkaskúlanum liggja á láni, men nú so stórar broytingar eru á KT-økinum, er alneyðugt, at hendan arbeiðslýsing verður raðfest. Vit eiga at fáa greiðari boð út til allar lærarar um, hvussu hetta er skipað, soleiðis at vit vita, nær vit venda okkum til KT-vørðin ella Skúlanet. Vónandi kemur hetta í rættlag heilt skjótt.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni