Tíðindi/Greinar

27.07.2017

Krabbar

Kanska hevði tað verið eitt hugskot at havt eina kapping at skriva handrit til gular krabbar. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Síðan 2008 hevur fólkaskúlin havt ta stóru gleði at fáa krabbar sendandi, tó ikki ókeypis sum ynskiligt hevði verið. Hesi árini eru 263 titlar komnir, og tað er ikki so lítið. Serliga gleðiligt hevur tað verið at fingið lesitilfar til teir yngstu flokkarnar. Bøkur, ið tey kunnu gleðast um, og sum tey kunnu hava heima við; bøkur, ið tey megna at lesa. Hetta kann gerast ein sera hugnalig løta saman við foreldrum.

Seinastu tíðina hevur sjóneykan verið sett á málmenning hjá børnum, serliga smáum børnum. Har hava krabbarnir ein sera týdingarmiklan leiklut. Tí er tað sera harmiligt, at teir krabbarnir, ið kanska eru týdningarmiklast, ikki eru teir, vit síggja so ofta. Hesi skjótt tíggju árini eru bert fjúrtan gulir krabbar komnir, hetta eru teir til fyrsta flokk. Eg veit, at nógv nýtt og eykatilfar er komið til súluna, men krabbarnir eru nakað fyri seg. Næmingarnir føla ikki, at teir eru partir av eini bókarøð, og tí kenna tað ikki sum skúlating, tá tað verður lisið í teimum. Henda kenslan er ein gáva, ið vit sum undirvísa í føroyskum mugu gera okkum dælt av. Vinnarin av handritakappingini hjá Námi er júst funnin, og tað var fyri tilfar til fyrsta flokk. Tilfar, ið stuðlar undir Súlutilfarið. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at havt eina kapping at skriva handrit til gular krabbar. Trupulleikin við hesum liti er tann, at ikki ber til at týða bøkur, sum man ger við hinum litunum.

Eg ivist heldur onga løtu í, at fleiri lærarar eiga nógv tilfar, ið kann nýtast til krabbar. Tað manglar bert at verða eftirhugt av fólki, ið hava serligan kunnleika til tess.

Afturat arbeiðinum við at geva krabbar út, so er eisini ein rúgva at krabbauppgávum gjørdar. Hesar uppgávur hava broytt skap og innihald av og á, men tað hevur altíð verið meiningin, at hesar uppgávur skulu stuðla lesingini av krabbunum. Nú tá krabbarnir eru við at runda sín fyrsta runda føðingardag er tíðin nokk komin, at krabbauppgávurnar enn einaferð fara at skifta skap/snið.

Spennandi verður at síggja, hvussu framtíðin verður hjá hesum sterka miðli í fólkaskúlanum. Eg vil enntá siga, at krabbarnir eru ein av súlunum í lesingini hjá næmingunum. Vit høvdu verið so nógv fátækari uttan hesar.

Eg fari at ynskja krabbunum hjartaliga til lukku við komandi runda degnum, við ynski um nógvar góðar útgávur afturat, serliga av gula slagnum.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni