Tíðindi/Greinar

12.12.2024

Kontan til serflokkar vaksin við gott 31 milliónum síðan 2019

Sambært tølum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er kontan til serflokkar vaksin við gott 31 milliónum síðan 2019. Aftrat hesum kemur, at einar 3 mió. kr meira verða nýttar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Samanlagt eru nýggjar uppgávur komnar aftrat í fólkaskúlanum fyri einar 35 mió. kr. hesi árini. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Í teimum síðstu fíggjarlógunum hevur fólkaskúlin so gott sum bara fingið somu játtan við neyðugum lønarframrokningum, og tá tað samstundis eru komnar nýggjar uppgávur í fólkaskúlanum fyri 35 mió., so er tað í veruleikanum ein skerjing á 35 mió kr. í vanliga virkseminum í fólkaskúlanum. Tá ið fólkaskúlin aftrat hesum skal skerast uppaftur meira, so rakar tað meint, tí sparingin í vanliga virkseminum hevur longu verið so ovurhonds stór.

Tað merkist, at fólkaskúlin hevur fingið uppgávur lagdar aftrat, og aðrar eru vaksnar munandi, uttan at neyðuga játtanin er latin til hesar uppgávurnar. Tað eru so nógv fleiri næmingar, sum hava tørv á serligum fyriskipanum, talið av næmingum í serflokkum er vaksið munandi, og sama er við talinum av næmingum, ið verða undirvístir í føroyskum sum annaðmál. Hetta er alt er fíggjað við verandi játtan, og tí er so nógv minni eftir til vanliga virksemið, og serliga til teir næmingarnar, sum bara hava brúk fyri eitt sindur av hjálp. Hesir næmingar verða forsømdir av tí sama.

Heldur enn at geva fólkaskúlanum neyðugu játtanina til nýggju uppgávurnar, so at verandi uppgávur kunnu røkjast, er ætlanin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 at spara í játtanini til fólkaskúlan. Verður uppskotið samtykt, verður hetta annað árið á rað, at játtanin til fólkaskúlan verður skorin, og samanlagt verður fólkaskúlin skorin við 7,3 mió. kr. hesi tvey árini. Um skúladagurin hjá næmingunum skal hanga saman, og vanliga virksemið í skúlanum  skal  vera á sama stigi, so má tað vera so, at fólkaskúlin fær hægri játtan, tá ið ávísar uppgávur vaksa munandi, ella at nýggjar uppgávur koma aftrat.

Tað er gott, at fólkaskúlin er útbygdur við serflokkum og móttøkuflokkum, tí hesar útbyggingar eru neyðugar, og vit kundu ikki verið tær fyriuttan, men neyðin í fólkaskúlanum er, at hetta alt er komið aftrat, uttan at neyðug játtan hevur fylgt við. Hetta hevur lagt stórt trýst á restina av fólkaskúlanum, sum hevur mist samsvarandi av síni játtan. Sjálvt um serflokkarnir eru blivnir fleiri, so eru enn líka nógvir næmingar, sum bíða eftir at sleppa í ein serflokk, og tað eru nógvir næmingar, sum ikki fáa ta undirvísing í føroyskum sum annaðmál í einum móttøkuflokki, sum teir av røttum eiga rætt til.

Ein avleiðing av sparingini í 2024 var, at hetta skúlaárið, 2024/25, var játtanin til serundirvísingina skorin við eini millión. Tað eru sostatt tvey lærarastørv færri at vera um tey børnini, sum mugu hava  hjálp at koma á glið við lesingini, ella sum mugu sleppa í ein minni bólk at hugsavna seg. Lærarar og skúlastjórar siga, at teir merkja tað væl í skúlanum, at hendan játtanin er skorin.

Landsstýrismaðurin svaraði herfyri í tinginum upp á fyrispurning um ætlaðu sparingarnar í fólkaskúlanum, sum uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 leggur upp til. Í svarinum segði landsstýrismaðurin, at ætlanin er at skera 2 %-stig aftrat av serundirvísingini komandi skúlaár. Tað svarar til, at einir 4 lærarar aftrat verða tiknir frá serundirvísingini. Tað er óskiljandi fyri lærararnar, at eini 6 læraraársverk verða spard burtur á hesum økinum hesi tvey árini, meðan nógvir næmingar hava átrokandi tørv á serligum fyriskipanum, fyri at hjálpa teimum at fóta sær í flokkinum. Hendan sparingin ræðir okkum í skúlanum og fer uttan iva føra til, at enn fleiri næmingar koma at missa fótafestið í skúlanum, og trýstið á serflokkarnar fer at vaksa.

Um skúladagurin hjá næmingunum skal hanga saman, og vanliga virksemið í skúlanum  skal  vera á sama stigi, so má tað vera so, at fólkaskúlin fær hægri játtan, tá ávísar uppgávur vaksa munandi, ella at nýggjar uppgávur koma aftrat. Tølini í fíggjarlógaruppskotinum vísa greitt, at kontan til serflokkar og føroyskt sum annaðmál er vaksin við knapt 35 milliónum eftir fáum árum. Hetta eru neyðugar uppgávur, sum eru vaksnar munandi, og tí átti játtanin til fólkaskúlan at vaksið við somu upphædd, fyri at skúlin kann halda tørn, og ikki sum tað nú sær út til, at fólkaskúlin heldur verður skorin við 7,3 mió. kr. yvir tvey ár.

Í tølunum í uppskotinum til fíggjarlóg sæst eisini, at aftrat vøkstrinum í serflokkum og undirvísingini í føroyskum sum annaðmál, so verða tað væntandi knapt 200 næmingar fleiri í skúlanum í 2025 enn í 2022. 200 næmingar svara til ein miðalstóran skúla í Føroyum, sum ætlandi skal fíggjast í verandi játtan minus 7,3 milliónir. Skil, hvør skilja vil.

Í fólkaskúlanum røkka 7,3 milliónir langt, í lærarum svarar tað til knapt 15 lærarar. Fólkaskúlin hevur tørv á fleiri lærarum at vera um næmingarnar, og skúlin hevur ikki játtanina at skapa neyðugu umstøðurnar fyri at geva pláss til ymiska tørvin hjá næmingunum. Spyrt tú í skúlanum, so er átrokandi, at vaksið verður um tvílæraraskipanina, tað hjálpir einki við vegleiðing ella ráðgeving, men tørvur er á fleiri lærarum, sum kunnu hava næmingarnar í smærri bólkum ella geva møguleikar fyri at tillaga undirvísingina. Tí kemur tað dátt við, um boðini verða, at tað komandi skúlaár skulu vera einir 15 lærarar færri enn undanfarna skúlaár at vera um næmingarnar.

Ætlaðu skerjingar í játtanini til fólkaskúlan fara at koma sum steinur oman á byrði. Uttan at neyðuga játtanin verður latin fólkaskúlanum, hevur lærarin ikki møguleikan at skapa neyðugu umstøðurnar til næmingarnar, og tað fer at hava við sær, at trýstið á aðrar skipanir fer at vaksa. Og tá er einki vunnið.

Les eisini: https://www.skulabladid.fo/btú-og-uppgávan-hjá-fólkaskúlanum-vaksið-samstundis-sum-játtanin-til-fólkaskúlan-er-skorin

https://www.skulabladid.fo/eigur-fólkaskúlin-ongan-góðan

https://www.skulabladid.fo/skerjingar-í-játtanini-til-fólkaskúlan-koma-sum-steinur-oman-á-byrði


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni