Tíðindi/Greinar
22.01.2024
Sum kunnugt er long siðvenja at hava jólahald í skúlunum seinastu dagarnar undan jólum, og einki undantak var í so máta nú undan ársskiftinum. Tað er ymiskt, hvussu nógv verður gjørt burturúr. Summir skúlar leggja heilt nógv fyri, eitt nú Skúlin á Løgmannabreyt, har allir næmingar skúlans eru aktivt við í haldinum, ímeðan aðrir skúlar gera nakað minni. Felags er tó helst fyri flest allar skúlar, at teir hava jólahjald við sjónleiki, sangi, tónleiki, dansa um jólatræið, jólamenn, lucia og jólagudstænastu í kirkjuni. Altíð ein fragd at síggja, hvussu næmingar kýta seg hvør í sínum lagi. Eitt nú við sjónleikinum, har tey ikki bara skriva og venja leik, men eisini við at gera pallmynd, búnar og fáa alt tekniskt at rigga. Jólahaldið í flestu skúlum endar við jólagudstænastu í kirkjuni. Í onkrum skúla er tað tó næst seinasta dag, áðrenn næmingarnir fara í jólafrí.
Tað er altíð, sum vitiligt er, ein hátíðardámur undir jólagudstænastuni. Kirkjan er stúgvandi full av børnum og ungdómum, sum helst skulu syngja “Gleðilig jól” so hart sum gjørligt. Skúlin á Fløtum hevur siðvenju at fylla Vesturkirkjuna hendan dagin, har Bergur D. Joensen plagar at hava stutta og viðkomandi prædiku. Luciagongd er eisini siðvenja. Hátíð í allar mátar.
Men løtan kann tíverri hava eina eitt sindur keðiliga slagsíðu. Nakrir næmingar sýnast ikki at kenna, og harvið ikki duga siðvenjuna við at ganga í kirkju. Hetta er møguliga einki at siga til, tí fleiri næmingar eru ikki vanir at ganga í kirkju.
Aðrir næmingar kenna skipanina, men virða hana ikki nóg væl. Her mugu vit lærarar vera uppgávuna vaksnir og lúka ónollur burtur.
Næmingarnir eiga, áðrenn gudstænastuna, greitt at fáa at vita, at í kirkjuni sita vit still, hyggja ikki í telefon, hava ikki føturnar á bonkinum frammanfyri, taka húgvur/keppar av høvdinum, sita ikki og skava við jakkum og øðrum, meðan biðisløgini verða sligin og reisast ikki og fara út fyrr enn teir hava tørn. Vit mugu læra tey at ganga í kirkju, sum so nógv annað, ið vit mugu læra tey. Vit kunnu ikki taka sum givið, at heimini læra børnini allar siðvenjur og mannagongdir á so nógvum ymiskum økjum, sum helst var meira vanligt fyrr. Samfelagið er so nógv broytt síðstu nógvu árini. Hetta mugu vit í skúlanum bara góðtaka og handla út frá.
Annað dømi, har vit mugu læra næmingarnar at vísa meira virðing er, tá vit fara út við næmingum at vitja støð, skúlar, samkomur e.a. Tað er eitt nú siðvenja, at 7. flokkarnir vitja yrkisnám á Glasi á hvørjum ári. Á tann hátt verður sjóneykan eisini sett á tær handaligu útbúgvingarnar. Gott tiltak í allar mátar. Flestu næmingar uppføra seg fyrimyndarliga, men aftur her eru tað nakrir, sum sussa og fjasa á telefonini, meðan umboð fyri Glasir sigur frá. Tað er ikki sørt pínligt at vera vitni til, og tí skal slíkt manast í jørðina sum skjótast. Allir næmingar mugu læra vanligan fólkaskikk og at vísa virðing, serliga tá ið vit eru úti sum gestir. Tað er minsta krav.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan