Tíðindi/Greinar
23.04.2025
Tað er gott, at lærarar í fólkaskúlanum eftirútbúgva seg, soleiðis at allir næmingar kunnu fáa so nógv burtur úr skúlagongdini sum gjørligt, men ikki minni týdningarmikið er, at neyðugir tímar verða játtaðir til hetta arbeiðið. Soleiðis er støðan tíverri ikki í løtuni, har játtaða tímatalið ikki er nógv meira enn ein viðfáningur.
Í fólkaskúlanum eru tíbetur lærarar, sum hava nomið sær fleiri ymiskar eftirútbúgvingar. Her verður hugsað um skúlabókavørðir, KT-vørðir, lesivegleiðarar, serlærarar, støddfrøðivegleiðarar, skúlavegleiðarar, orðblindalærarar og AKT-lærarar. Hetta eru lærarar, sum hava ognað sær eina servitan og nakrar førleikar, sum fólkaskúlanum tørvar.
Hesir serútbúnu lærarar eru førir fyri at hjálpa næmingum, sum hava brúk fyri hjálp innan fyri ávís øki. Og tað er veruliga brúk fyri hesum serútbúnu lærarum. Hvønn einasta skúladag eru næmingar, sum fáa gagn av hesi servitan og førleikum. Tað kann snúgva seg um at fáa hjálp við lesing, støddfrøði ella okkurt annað. Og tí er hvør einasti tími, sum verður játtaður til ymisku økini, sera væl givin út og verður eisini væl og virðiliga brúktur.
Fyri teir næmingar, sum hava brúk fyri onkrum slagi av eyka hjálp, er tað alneyðugt, at skúlin hevur serútbúnar lærarar. Tað lættir um skúladagin og í summum førum skúlagongdina sum heild hjá næmingunum, at teir veruliga kenna, at onkur er tøkur at hjálpa teimum við tí, sum teir stríðast við. Sjálvandi skulu hesir næmingar eisini fáa nøktandi hjálp.
Tí er tað av sonnum stórt spell, at skúlamyndugleikin velur at seta so lítið av tíð av til hesar týðandi uppgávurnar. Alt er sjálvandi betri enn einki, men tað, sum í løtuni verður játtað til hesar uppgávur, røkkur alt ov stutt. Og tað merkir, at tað í ringasta føri kunnu vera næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar, tí skúlamyndugleikin ikki vil brúka meira pengar upp á hetta. Serútbúnir lærarar eru til taks og eru púrasta klárir at hjálpa næmingunum, men arbeiðstíð má eisini verða játtað teimum til uppgávuna.
At ein lærari við servitan kanska bara arbeiðir tveir tímar um vikuna innan økið, sum viðkomandi hevur nomið sær vitan í, er als ikki nøktandi. Neyvan er trupult at síggja, at tað skal meira til enn tað. Og tað gevur heldur ikki stóra meining at eftirútbúgva lærarar til hesi øki, og vitanin og førleikarnir so bara fara fyri skeytið.
Serútbúnir lærarar mugu fáa neyðuga arbeiðstíð til sínar førleikar, soleiðis at allir næmingar fáa ta hjálp, teimum tørvar. Tað hava teir rætt til.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan