Tíðindi/Greinar
08.07.2024
Játtanin til KT-varðauppgávuna í fólkaskúlanum komandi skúlaár er skorin niður í helvtina av tí, ið hon varð farna skúlaár. Farna skúlaár fingu fólkaskúlarnir samanlagt um 25.000 arbeiðstímar, ella tað, sum svarar til gott 13 ársverk, til kt-vørðirnar at røkja teldurnar í skúlanum og at hjálpa og ráðgeva næmingum, lærarum og leiðslum. Komandi skúlaár er játtanin til KT-vørðin skorin við meira enn 6 ársverkum.
Stóri niðurskurðurin í játtanini til skúlarnar til KT-vørðin komandi skúlaár kemur serstakliga illa við í skúlunum, tí tørvurin á hjálp og vegleiðing frá kt-vørðinum er stórur, bæði hjá næmingum og lærarum, og hetta er ikki blivið minni, nú Skúlanetið hevur givið nógvum næmingum og lærarum betri atgongd til teldur og netið, og vitlíki floymir inn yvir okkum.
Um vit hyggja at støðuni í nøkrum skúlum, hvussu nógv arbeiðstíðin hjá kt-vørðinum er skorin, so hevði ein av størstu skúlunum játtaðar um 2.600 tímar farna skúlaár frá Undirvísingarstýrinum, til at røkja fleiri enn 700 næmingar og um 60 lærarar, umframt at hava eyga við øllum telduútbúnaðinum í skúlanum. Komandi skúlaár skulu allar hesar uppgávur røkjast við bara 1.300 tímum, ella gott einum 2/3 starvi.
Taka vit støðuna í einum miðalstórum skúla við um 300 næmingum og gott 30 lærarum, so fekk skúlin farna skúlaár játtaðar einar 1.200 tímar til kt-vørðin. Komandi skúlaár skal skúlin fáa allar hesar kt-uppgávurnar røktar við bara 600 tímum.
Í einum skúla við knapt 100 næmingum vóru játtaðir um 300 tímar farna skúlaár til kt-varðaarbeiðið. Komandi skúlaár er játtanin bara 150 tímar.
Sum tað sæst á dømunum omanfyri, so hevur játtanin kt-vørðin ikki verið stór, men nú játtanin til kt-vørðin komandi skúlaár er skorin niður í eina helvt, eru skúlaleiðarar og kt-vørðir í døpurhuga, tí tað ber snøgt sagt ikki til at hava eygu við kt-útbúnaðinum og vera til hjálp og vegleiðing hjá næmingum og lærarum við so avmarkaðari arbeiðstíð.
Kt-vørðurin er dagliga álitið, tá tað kemur til teldurøkt og teldunýtslu í skúlunum. Nú tíðin til kt-vørðin er skorin so ógvisliga, so verður víst til eina kt-hjálp, sum lærarar kunnu ringja til. Lærarar hava ikki sama álit á hesi hjálpini, tí tað er so nógv skjótari at fáa hjálp frá einum kt-vørði, sum lærarin kennir og sum kennir umstøðurnar á staðnum, heldur enn at fáa eina hjálp í hornið, sum ikki kennir læraran ella skúlan.
Næmingarnir hava eisini tørv á hjálp til telduna og teldunýtsluna í skúlanum. Tá tað kemur til vegleiðing, ið røkkur longri enn tað, sum vanligi lærarin megnar, og hjálp til næmingatelduna, so hava næmingarnir bara kt-vørðin at venda sær til. Hvør einstakur næmingur ella hvørt einstakt foreldur kann ikki ringja til kt-hjálpina; tey eru so mong, at tað hevði forbjóðað seg sjálvt, og tað er eisini ásett um kt-hjálpina, at hon bara er fyri starvsfólk.
Fólkaskúlin er á einum vegamóti, tá tað kemur til nýtslu av kt í skúlanum. Skúlanetið opnar dyrnar til útheimin á víðan vegg, alt meira undirvísingartilfar er kt-grundað, og vitlíki ger eisini sína innrás. Tað er, sum sjáldan áður, tørvur á, at kt-vørðurin hevur orkuna og vitanina at slóða fyri á kt-økinum og at hjálpa og vegleiða næmingum og lærarum. Tí kemur stóra skerjingin hjá skúlamyndugleikanum av játtanini til kt-vørðin serliga illa við í fólkaskúlanum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan