Tíðindi/Greinar

08.05.2021

Jona afturvald og Bergur nývaldur

Nevndarval hevur verið á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum er í dag.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali hesaferð. Jona Højsted, sum hevur verið í nevndini í nøkur ár, eitt nú kassameistari, stillaði uppaftur, men tað gjørdi Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki. Umframt stillaðu Bergur Samuelsen, lærari í Skúlanum á Fløtum, Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, og Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp. Tá ið avtornaði vóru Jona Højsted, ið er lærari á Skúlatrøð, og Bergur Samuelsen, vald við ávikavist 111 og 99 atkvøðum; Jónleif Johannesen og Jákup av Skarði fingu ávikavis 68 og 32 atkvøður.

Nevndin hevur ikki skipað seg.

Á skránni er eisini viðtøkubroytingar, so at læraralesandi kunnu gerast limir í felagnum á fyrsta lestrarárið.

Umframt er árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags.

Aðalfundurin byrjaði á Hotel Føroyum klokkan 10 í morgun. Fyrst vóru røður eftir Jenis av Rana, landsstýrismann við skúlamálum, og Jákupi Reinert Hansen, Ph.d. lektara í kirkjusøgu á Søgu og samfelagsdeildini. Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags var kosin. Skála skúli vann.

Les meiri um vinnaran av Veðurlagsvirðislønini her:

http://larara.net.dynamicweb-cms.com/sk%C3%A1la-sk%C3%BAli-hei%C3%B0ra%C3%B0-vi%C3%B0-ve%C3%B0urlagsvir%C3%B0isl%C3%B8n-f%C3%B8roya-l%C3%A6rarafelags

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni