Tíðindi/Greinar
01.08.2023
Tilmælið um broytingar í fólkaskúlalógini, sum arbeiðsbólkur í longri tíð hevur sitið við, kom loksins alment út á krossmessu í ár. Sera áhugaverdur og viðkomandi lesnaður, sum er gott grundstøði undir komandi broytingum á fólkaskúlaøkinum.
Tilmælið, sum er býtt upp í 23 kapitlar, viðger sera nógv ymisk viðurskifti. Kundi hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til ymiskt, ið sagt verður um broytingar í tíma- og lærugreinabýtinum (kap. 20).
Har stendur eitt nú: Sum heild metir arbeiðsbólkurin, at skúladagurin í dag er ov langur við ov nógvum bókligum lærugreinum og innihaldi, og at ov nógvir tímar eru í málsligum lærugreinum í okkara skúlaskipan samanborið við hini Norðurlondini, og eisini er samlaða undirvísingartímatalið í føroyska fólkaskúlanum nakað hægri enn í okkara grannalondum.
Eg taki fult undir við, at skúlaldagurin má styttast, og at hann er ov bókligur, umframt ov nógvir tímar í máli eru í mun til onnur fak.
Seinni stendur: Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt, hvørt tað er uppgávan hjá fólkaskúlanum at tryggja, at næmingar lúka serkrøv í miðnámi, ella um henda uppgávan ikki liggur betur hjá miðnámi. Fólkaskúlin skal hava sínar karmar, og so má miðnám rætta seg til hesar og gera egnar fyriskipanir, so at allir næmingar, ið hava áhuga og førleika til tess kunnu søkja inn á eina miðnámsútbúgving. Hetta kann samanberast við, at latín áður var eitt krav til málsligu deild í miðnámi, men tey, sum byrjaðu, kundu byrja skúlaárið við at taka eykatímar í latíni og fara upp til roynd. Ein líknandi mannagongd við t.d. fyrireikingarflokki á miðnámi í týskum kann framyvir nýtast. Samanumtikið mælir arbeiðsbólkurin til, at týskt í fólkaskúlanum ikki skal vera førleikagevandi sum upptøkukrav til miðnám. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at næmingar so tíðliga sum í 7. flokki skulu velja seg inn á sína lívsleið við at velja týskt ella aðra lærugrein, ætlaðar ávísari lestararleið, sum longu í fólkaskúlanum fer at avmarka teirra møguleikar víðari fram á yrkis- ella lestrarleið. Við at avtaka hetta valið kunnu vit samstundis taka eitt óneyðugt trýst av herðunum hjá næmingunum. Arbeiðsbólkurin mælir til, at týskt í framhaldsdeildini framyvir verður skipað sum valfak á jøvnum føti við aðrar vallærugreinir við tveimum undirvísingartímum um vikuna, har kravið um at hava havt týskt sum upptøkukrav til miðnám, verður tikið burtur.
Her eri eg so bara partvís samdur. At fara frá fýra til tveir tímar um vikuna er væl í lagi, vera tveir tímar eisini í 7. flokki. Og at skúlarnir skulu hava hvør sínar karmar er rætt, men miðnámsskúlin fer altíð at byggja á herðarnar á fólkaskúlanum. Somuleiðis má fólkaskúlin í ávísan mun hyggja at miðnámsskúlum, so næmingarnir hava ein reellan møguleika at koma ígjøgnum miðnám. Og at samanbera latín, ið hevur verið deytt talumál í øldir, við størsta móðurmál í Evropa, ber ikki til. Eitt fyrireikingarskeið í týskum nakrar mánaðar í 1. g, gevur tær stórt sæð ongar førleikar í málinum. Hetta fer bara uttan iva júst at leggja óneyðugt trýst á herðarnar hjá næmingunum, nú bara á miðnámi í staðin.
Stundum hoyrist, at nú mugu næmingar hava alis- og evnafrøði ella týskt fyri at koma á miðnám. Hetta er ikki rætt. Á miðnámi er 4 breytir. Tað er bara á einari breyt, at krav er um alis- og evnafrøði, og tað er á náttúrubreyt. Og somuleiðis bara á einari breyt, at týskt er krav, og tað er á hugbreyt. Men tað er væl ein orsøk til, at hesi krøv eru sett. Um næmingur ikki hevur hug og førleika til alis- og evnafrøði, er helst ikki orsøk til at viðkomandi fer á náttúrubreyt, men har eru fleiri aðrar breytir, hann kann fara á. Á sama hátt er við týskum. Hevur næmingur ikki hug og førleika til fakið, er valla orsøk til, at næmingurin fer á hugbreyt, har fleiri fremmandamál eru í miðdeplinum. Annars leggur tilmælið upp til, at alis- og evnafrøði verður kravt fak og týskt bara tveir tímar um vikuna, so miðnámskrøvini verða sera avmarkað.
Tá ið næmingar annars velja týskt og/ella alis- og evnafrøði, má tað ongantíð føra við sær, at teir ikki hava rúmd og tíð til aðrar áhugaverdar vallærugreinar. Hetta hevur partvís verið ein avbjóðing higartil. Tónleikur, heimkunnleiki, smíð og onnur valfak mugu ikki liggja í senn sum týskt og alis- og evnafrøði og harvið verða frávaldar.
Men annars at byrja á hugbreyt við fremmandamáli frá grundini, tað veri seg spanskt, týskt, fransk ella annað mál, er sera møtimikið fyri nógv. Ólíka lættari er at halda fram við týskum eftir tveimum árum við týskum í fólkaskúlanum, hava lærarar á miðnámi borið fram.
Men tað, sum helst manglar á miðnámi, er ein almenn breyt, sum fevnir breitt um fleiri ymisk fakøki uttan upptøkukrøv. Hesa støðuna kemur serliga búskaparbreytin í komandi ár, tí nógvir næmingar hava ikki havt týskt og sleppa tí ikki inn á hugbreyt, og tá teir heldur ikki kenna seg sterkar í alis- og evnafrøði og støddfrøði, er náttúrubreyt heldur ikki ein møguleiki. Men búskaparbreyt ella yrkisnám eru sanniliga ikki vánaligar útbúgvingar, tvørtur ímóti.
Tað snýr seg onkursvegna um at velja tað ein so ella so hevur hug og førleikar til.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan