Tíðindi/Greinar

15.07.2024

Inn á miðnám – við ella uttan krøv

Ja, enn eina ferð hoyrist kjakið her og har í krókunum. Fleiri næmingar, sum hava søkt inn á Glasir, sleppa ikki inn á ta breytina, tey hava søkt inn á. Ikki tí, at tey ikki lúka vanligu krøvini, men tí at umsóknartalið er ov stórt. Ikki pláss, og tí mugu tey fara á aðra breyt, verður sagt. Nógv eru meira og minni ørkymlað. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Meiningarnar eru enn sum áður ymiskar, hvørt tað er rætt at hava gátt á inn á ávísar breytir á miðnámi ella ikki. Sum nú er, er kravið fyri at sleppa inn á náttúrubreyt fólkaskúlaprógv í alis- og evnafrøði og inn á hugbreyt prógv í týskum.

Tey, sum halda, at eingin gátt eigur at vera inn á miðnám, grundgeva við, at øll eiga at fáa møguleikan at royna seg á øllum breytum. Tað kann ikki vera rætt, at eitt val 2-3 ár frammanundan í fólkaskúlanum møguliga skal gera av, hvørja breyt tey sleppa inn á.

Jú, tað skal tað júst gera, vilja hini vera við, ið ganga inn fyri hesum krøvum. Tað er nevnilga viðvirkandi til, at tað meira verða tey “røttu”, sum koma inn á tær ymisku breytirnar. T.v.s., at hevur tú valt og havt týskt í fólkaskúlanum í tvey ár, er størri møguleiki fyri, at tú maktar og klárar teg væl á hugbreyt. Sama er galdandi við teimum, sum koma á náttúrubreyt, verður ført fram. Krøvini eru við til at halda fakliga støðinum uppi. Hugbreyt og náttúrubreyt eru ikki fyri øll. Tey, ið hvørki eru sterk í máli ella náttúruvísindum, mugu søkja aðrar leiðir, sýnist eisini at vera grundgivið við.

Men hvar skulu so øll hesi fara, sum onkursvegna ikki so væl makta mál ella náttúrufak ella ikki valdu hesi í fólkaskúlanum á sinni? er nærliggjandi at spyrja. Tey kunnu eitt nú fara á búskaparbreyt ella velja eina breyt á yrkisnámi, sum er meira handaliga vegin. Ella fara út á arbeiðsmarknaðin, í læru ella eitthvørt annað, verður ført fram av fleiri.

Nei, hetta er at gera mismun, at øll ikki sleppa inn á tær breytir, ið tey ynskja, verður eisini ført fram.

Og soleiðis verður kjakast aftur og fram. Miðnámsskúli er heldur ikki bara ein háttur at sleppa inn á yndisútbúgvingina, og harvið má strembast eftir høgum karakterum. Tað er sanniliga eisini eitt stað, har tú mennist og búnast á so nógvum ymiskum økjum. Eitt av hesum er væl eitt grundleggjandi klassiskt dannilsi.

Eitt ella annað stað skilir ein bæði argumentini. Fyri og ímóti formligum krøvum fyri at sleppa inn á miðnám. Tað stendur ímillum at lova øllum inn, og harvið lækkar helst tað fakliga støðið nakað, og nøkur fleiri fella frá, og hinvegin hava ein meira úrvalsskúla, har ikki øll sleppa inn, har helst meira kemur burturúr og færri fella frá.

Tað, sum annars er hent seinastu árini, er, at talið av næmingum á hugbreyt er minkað í stórum, ímeðan talið á náttúrbteyt og ikki minst á búskarparbreyt er vaksið í stórum. Orsøkin er uttan iva kravið um týskt, fyri at sleppa inn á hugbreyt. Sum skilst er í ár okkurt, sum minnir um lutakast, hvør skal sleppa inn á náttúrubreyt, tí umsóknaðartalið er so høgt. Sera dugnaligir næmingar, ið hava 10-11 í miðal, sleppa møguliga ikki inn á breytina! Hetta kann ikki vera rætt. Ein, sum hevur 10 í miðal, eigur at hava størri møguleika at sleppa inn á ávísa breyt, heldur enn ein, sum hevur 6. Annars er lítil meining í at kýta seg fakliga, heldur ikki í fólkaskúlanum.

Haldi annars, at eitt gott kompromis kundi verið at havt eina meira almenna breyt á miðnámi, eitt slag av eini samanrenning av hug- og náttúrubreyt, uttan nøkur upptøkukrøv. Hetta kundi verið eitt gott miðnám fyri mong, hugsi eg.    


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni