Tíðindi/Greinar

12.09.2023

Inklusjónskipan er ikki einføld

Verður skipanin við stigvísari hjálp til næmingin sett í verk, samstundis sum lærarar fáa tíð til samstarv og samundirvísing, ivist eg ikki í, at næmingar, sum í dag verða undirvístir á serstovum, hava góðar møguleikar bæði at trívast og mennast í einum vanligum skúlaflokki. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er ikki bara í Føroyum, at talið av næmingum, ið hava tørv á serundirvísing, økist. Eisini grannalondini royna at arbeiða við inklusjón, soleiðis at flest allir næmingar kenna seg heima í skúlaflokkinum. Hetta arbeiðið er ikki so einfalt, sum vit kundu hugsað okkum. Tað er ymiskt, hvør tilgongdin hevur verið fyri at náa hesum málum, men felags fyri Norðurlondini er, at hóast vit bæði vilja og arbeiða fram ímóti einum inkluderandi skúla, so er veruleikin tann, at næmingatalið til serstovu og serskúlar økist.

Í Finnlandi hava tey hesi seinastu árini arbeitt við eini skipan, ið líkist tí tilgongdini, sum vit síggja í tilmælinum um broytingar í fólkaskúlanum. Tá finnar settu hesa skipanina í gongd, sóu teir eina minking í næmingatalinum til serøkið; tó vísir hendan skipanin seg ikki at virka eftir ætlan, tí nú hon hevur virkað í nøkur ár, er aftur ein øking í næmingatalinum til serstovnar og7ella serstovur. So hóast eina positiva gongd í fyrstuni, so eru finnar aftur farnir at hyggja at tilgongdini fyri at finna eina loysn soleiðis, at inklusjónin eydnast betri.

Tá eg spurdi meg fyri, vóru finnar ikki í iva um, at skipanin í sjálvum sær er góð. Um játtanin til fólkaskúlan hevði passað til tørvin, so ivaðust tey í finska lærarafelagnum ikki í, at hendan skipanin hevði eydnast. Men tað riggar ikki at hava eina skipan, sum ikki samsvarar við játtanina til fólkaskúlan. Eitt nú eiga næmingar, ið vísa seg at hava tørv á eyka hjálp, tað kann vera í lesing, støddfrøði ella øðrum, at fáa hesa hjálpina uttan pappírsarbeiði og tilmeldingar. Hendan hjálpin skal skipast á skúlanum, men um skúlin ikki hevur nokk av starvsfólkum, røttu starvsfólkini ella tímajáttanin ikki røkkur, so ber ikki til at stuðla hesum næmingum á tann hátt skipanin leggur upp til.

Tað hevur eydnast á onkrum finskum skúlum at fáa inklusjónina at virka væl. Hetta vísir seg at rigga, tá næmingatalið í flokkinum er uml. 20. Samstundis sum leiðsla og lærarar eru samd um arbeiðsháttin sum skal til. Eisini krevur hetta samundirvísing í nógv størri mun enn vit kenna tað í dag.

Verður skipanin við stigvísari hjálp til næmingin sett í verk, samstundis sum lærarar fáa tíð til samstarv og samundirvísing, ivist eg ikki í, at næmingar, sum í dag verða undirvístir á serstovum, hava góðar møguleikar bæði at trívast og mennast í einum vanligum skúlaflokki. Tó mugu vit hava í huga, at læraraútbúgvingin í sjálvum sær ikki gevur fakliga vitan á øllum økjum, tí kann vera neyðugt við hjálp frá eitt nú sálarfrøðingi og serlærarum, ið eru serkønir innan eitthvørt øki, ella øðrum.

Tað hevur samstundis týdning, at tann, ið hevur serkøna vitan, eisini hevur holla vitan um undirvísing. Soleiðis at skilja, at tá lærarar biðja um hjálp frá serkønum, eiga hesi at kunna luttaka í undirvísingini á jøvnum føti við læraran. Á tann hátt kann lærarin læra av samundirvísingini, samstundis sum tann serkøni kann læra um flokkin saman við læraranum. Vónandi fáa vit eina góða tilgongd og eina rímiliga játtan, sum kann gagna øllum næmingunum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni