Tíðindi/Greinar
10.03.2025
Tey flestu hava væl hoyrt um bókina Utopia hjá bretska rithøvundinum Thomas Mores, har hann skrivar um tað rationella samfelagið. Eina republikk, har allur ognarrættur er felags. Landið Utopia hevði næstan ongar lógir og ongar advokatar. Øll arbeiddu í landbúnaðinum, ímeðan trælir gjørdu rutinuarbeiðið. Vitan og vísdómur vóru í hásæti, men felagsskapurin kom fram um moral. Lívið var neyvt stýrt úr vøggu í grøv, og gomul og sjúk vóru fyribeind. Eitt sokallað idealsamfelag, men í veruleikanum eitt ræðusamfelag, sum tíbetur als ikki kundi verið til í veruleikanum, hevur Thomas Mores helst hugsað.
Ikki fyri á nakran hátt at lítisgera hugtøk sum eitt nú: visjónir, tilmæli og strategiir, men hesi flyta einki í sjálvum sær. Eyðvitað skulu vit hava visjónir og tilmæli, eisini innan skúlans gátt. Men hesi mugu altíð vera á einum realistiskum støði, sum til eina og hvørja tíð byggja á eina skipan, sum er haldbar og burðarbygg í longdini, bæði fyri næmingar og lærarar. Tað nyttar lítið, um lærarar blaka frá sær eftir styttri ella longri tíð, í eini tráan eftir einum Utopia, sum ikki ber til í veruleikanum.
Vit mugu í heila tikið vera sera varin við at innføra fleiri skipanir í skúlanum, sum viðføra eyka arbeiði hjá lærarum. Ja, skal helst als ikki koma fyri. Tí fleiri skúlar og lærarar eru við at koma at mørkum í dag. Nógvar ymiskar og krevjandi arbeiðsuppgávur umframt meira og minni hart sálarligt arbeiðsumhvørvi slítur hjá nógvum.
Fyri kortum kom landsstýrismaðurin í skúlamálum, Djóni N. Joensen, við uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini. Millum fleiri onnur evni í uppskotinum, verður inklusjón eisini nevnt. Onnur hava eisini viðmerkt hetta.
Inklusjón er nógv meira enn eitt orð, segði Tóru við Keldu í grein herfyri, og tað er so púra rætt. Eitt sera vítt og fevnandi hugtak, sum helst kann nýtast í óteljandi støðum og viðurskiftum. Men hvat merkir inklusjón ítøkiliga í dagsins skúla, og verður inkluderað og hvussu?
Yvirskipað er fyrst at siga, at lærarar hvønn einasta dag og hvønn einasta tíma inkludera so nógv, sum teir orka og hava tíð til. Sjálvt um eingir næmingar eru heilt eins, er málið altíð, at teir allir skulu hava eina góða og læruríka skúlatíð, umframt at trívast og at enda koma út við eina góðum prógvi. Tað lukkast møguliga ikki altíð nóg væl, men sum oftast tó, loyvi eg mær at pástanda. Hetta hóast lærarar ofta, í útgangsstøði og áhaldandi, hava ein møtimiklan arbeiðsdag, tí hann javnan botnar í sera fjøltáttaðum næmingum og flokkum við fleiri ymiskum avbjóðingum. Bæði fakligum, sosialur og sálarligum. Sum kunnugt er ADHD, autisma og skúlanoktan útbreidd fyribrigdi í dagsins skúla. Og hvat við øllum næmingunum, sum hava føroyskt sum annaðmál. Men hetta spyr lesiætlanin og próvtøkan ikki eftir. So ferðin og fakligheitin má haldast so ella so fyri at koma ígjøgnum pensum.
So inklusjónin fyllir sera nógv í skúlanum, hvønn einasta dag, og tykist bara at vinda upp á seg. Næmingar við serligum tørvi fáa longda tíð til royndir og próvtøkur og brúka ofta skriviforritið IntoWords, bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni, sum verður gjørt í tí dagliga. Men tað er mark fyri, hvussu nógv ein lærari kann fevna, og hvat er haldbart í longdini. Í okkara grannalondum er stórt læraratrot, tí so nógvir lærarar fara í annað starv. Tað er ov krevjandi, siga tey eitt nú í Danmark, har ársverkið bara er 1650 tímar. Vit hava 1800 tímar. Í Føroyum støðast flestu lærarar tíbetur enn.
Alt gott um yvirskipaðar ætlanir og málsetningar, so ein betur veit, hvat arbeitt verður fram ímóti. Men ein vandi kann vera, um málini eru ov fastlæst ella snævurskygd. Í áður nevndu grein sigur Tóra við Keldu eisini, at málið við inkluderandi undirvísing er, at útbúgvingarskipanin skal fevna øllum, og at tað við tíðini ikki verður neyðugt við sundurbýting (segregatión) í serskipanir, sum vit síggja í dag. Samdur við tí fyrra, at skúlin skal fevna øllum, men ikki vísur í, at sundurbýting neyðturviliga er av tí ónda. Tað eru nógv dømi um, at næmingar í styttri ella longri tíð hava mistrivist í vanligum fólkaskúla, men síðani hava stórtrivist í serflokki ella serskúla. Um sundurbýtt verður ella ikki, er væl ikki altavgerandi, men heldur, hvat tað besta er fyri barnið.
Her í høvuðsstaðnum hava vit eitt nú skúlatilboðini Guliskúli og Lopfjølin, sum eru tilboð til næmingar við serligum tørvi. Einir 80 næmingar ganga har tilsamans. Tori at siga, at um hesi tilboð ikki vóru, breyt skúlin í høvuðsstaðnum saman. Eitt gott við hesum serskúlum er m.a. javnan at royna at slúsa næmingar aftur í upprunaflokkin/skúlan, tá ið tað ber til. Tað hevur longu verið gjørt við góðum úrsliti.
Men realistiskt sæð fara vit helst altíð at hava brúk fyri serflokkum og serskúlum at taka sær av teimum, sum onkursvegna ikki megna vanlig krøv og karmar í einum vanligum fólkaskúla. Men tey hava rætt til tað sama sum hini, bara á ein øðrvísi hátt.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan