Tíðindi/Greinar

08.08.2022

Inklusión – hvat skal til?

Tað er eitt mistak at halda, at tað er nokk at seta fleiri fólk til at loysa uppgávur, sum eru fløkjasligar, sum inklusiónsarbeiðið kann vera, um vit ikki seta tíð av hjá teimum, sum arbeiða á økinum, til samstarv. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Øll ynskja vit ein góðan fólkaskúla, har rúm er fyri øllum. Somuleiðis ynskja vit, at samfelagið er rúmligt, og at vit eiga eitt pláss í samfelagnum óheft av okkara evnum, bæði í arbeiðslívinum og sosiala lívinum. Skulu vit øll rúmast í somu skipan, er tað heilt vist, at hetta er nakað, vit eiga at læra longu í barnaárum. Hetta krevur miðvíst arbeiði hjá teimum, ið arbeiða við børnum og sostatt eisini hjá teimum, sum arbeiða í barnagørðum og skúlum.

Vit, sum arbeiða í skúlunum kring landið, vita, hvat skal til, fyri at inklusiónsarbeiðið eydnast. Tá inklusiónin ikki eydnast, er tað sjáldan ella so at siga ongantíð orsakað av, at starvsfólkini í skúlunum ikki vita, hvussu tey eiga at arbeiða. Harafturímóti kennist uppgávan í summum førum ov tung, tí vit vita, hvat skal til, men vit hava ikki arbeiðsorkuna, sum krevst.

Seinnu árini eru alt fleiri námsfrøðingar settir í starv í skúlunum. Hetta skuldi á onkran hátt taka nakað av arbeiðsbyrðuni við inklusiónsarbeiðinum frá lærarunum, soleiðis at inklusiónsarbeiðið eydnast lættari og ella betri. Tað er ein feilur at halda, at tað er nokk at seta fleiri fólk til at loysa uppgávur, sum eru fløkjasligar, sum inklusiónsarbeiðið kann vera, um vit ikki seta tíð av hjá teimum, sum arbeiða á økinum, til samstarv. Her hevur tað týdning, at samstarvsstruktururin er greiður, og at endamálið við arbeiðinum er tað sama fyri allar partar.

Tá vit seta fleiri starvsbólkar at loysa somu uppgávu, hevur tað týdning, at vit skilja sjónarmiðið hjá hvørjum øðrum, og at vit eru samd um, hvør uppgávan er, og hvussu hon skal loysast. Her hevur tað týdning, at samstarvsstuktururin er greiður, soleiðis, at vit ikki einans vita, at vit eiga at samstarva, men at vit samstundis eru greið yvir, hvussu hetta samstarv verður skipað.

Vónandi verður størri dentur lagdur á samstarv, tí við at arbeiða saman at náa einum ávísum máli, gerast líkindini fyri at hetta at eydnast munandi betri. Øll ynskja vit gott samstarv; arbeiðsdagurin er munandi lættari, tá vit eru fleiri um at lyfta uppgávurnar. Tað er lætt at hava ynski um ein inkluderandi skúla, men um arbeiðsorkan, samstarvsstruktururin og samstarv ikki verða raðfest, er tað utopi at hugsa, at hetta eydnast.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni