Tíðindi/Greinar
22.02.2021
Í Degi og viku 15. februar var eitt innslag um ”Dreingir eru verri fyri enn gentur”. Her varð varpað ljós á próvtalsúrslitini hjá gentum og dreingjum. Dreingir fáa í miðal lægri próvtal enn gentur. Tað hevur verið greitt í eina tíð, at gentur klára seg betur í bókligu fakunum enn dreingir. Hetta merkir ikki, at dreingir eru verri fyri enn gentur; hetta merkir bara, at teir klára seg verri, tá ið talan er um tað, sum verður mált.
Tað er gleðiligt at hoyra, at samstarvið hjá Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin eydnast væl. Í Degi og viku 16. februar var samrøða við skúlastjóran í Fuglafirði og tveir næmingar á sangleikbreytini á skúlanum. Næmingarnir í 10. flokki hava møguleika at velja innihaldið í skúlavikuni soleiðis at skilja, at teir kunnu velja ymiskar breytir. Næmingarnir kunnu á henda hátt, í størri mun, arbeiða við tí, tey hava áhuga fyri. Hetta ger tað hugaligari at ganga í skúla.
Skúlastjórin í Fuglafjarða skúla sigur, at tað ikki er so stórur munur á tí, sum næmingarnir velja, tá teir velja breytir í 10 flokki. Næmingarnir vísa størri áhuga í arbeiðinum. Eisini eru bæði gentur og dreingir fegin um, at arbeiða minni bókligt. Næmingar vísa fegnir búnarnar, ið teir hava tilevnað til sangleikin ”Lion King” fram. Tað liggur eitt stórt handaligt arbeiði í hesum væl frágingnu búnum. Sjálv havi eg verið so heppin, at eg havi verið til leik í Fuglafirði seinastu árini, og eg eri altíð hugtikin av hesum leikinum. Tað liggja nógvir arbeiðstímar í hesum, bæði hjá næmingum og lærarum.
Um tað er møguleikin at arbeiða á breytum og harvið arbeiða meira við tí, sum næmingurin hevur áhuga fyri, sum ger tað stuttligt hjá næmingunum at vera í skúla, hví bíða vit so til 10. flokk at hava henda møguleikan? Hava vit við hesum funnið okkurt, sum kveikir arbeiðshugin hjá næmingunum, áttu vit kanska at hugt at møguleikanum at fingið meiri av hesum slagi av undirvísing inn í lægru flokkunum. Soleiðis at teir næmingarnir, ið hava minni hug til bókligu fakini, hava møguleika at kenna seg væl og arbeiða við tí, ið teir hava hegni til og áhuga fyri.
Av tí at skúlin er skipaður í fak, og fakini hvør í sínum lagi hava eitt ótal av fakligum málum, kann tað vera trupult at gera stórar verkætlanir í lægru floksstigunum. Ein møguleiki kundi verið at sett færri bóklig mál, samstundis, sum mál við samstarvi og praktiskari fakligheit verða økt. Gentur tíma væl at smíða, og dreingir tíma væl at seyma til nakað, sum gevur meining. Um hetta er til ein leik ella onkra aðra samanseting, er líkamikið.
Tað er ikki fakligheitin hjá lærarum, ið manglar. Skúlarnir kring landið hava nógvar dugnaligar arbeiðssamar lærarar. Teir arbeiða undir teimum málum, ið eru sett. Tíverri røkka málini ikki dreingjum eins væl og gentum.