Tíðindi/Greinar
03.10.2018
So er skúlaárið 2018/19 komið væl frá byrjan, og flestu næmingar og lærarar hava funnið stevið. So er tann stóri spurningurin: hvussu verður við landsroyndunum í ár? Sjálv undirvísi eg fyri tað mesta í støddfrøði, men í ár havi eg verið so heppin, at eg havi fingið ein flokk í náttúru og tøkni.
Náttúra og tøkni er eitt fantastiskt fak at undirvísa í. Her hevur man veruliga møguleikar at arbeiða praktiskt og ikki at gloyma møguleikarnar at gera kanningar saman við næmingunum. Seta úrslit upp og finna frávik og annað. Hetta arbeiðið dámar bæði næmingunum og mær avbera væl.
Tá eg hitti starvsfelagar, sum tosa um landsroyndir og annað, so komi eg aftur í eina vælkenda tvístøðu. Skal eg halda fram at arbeiða, sum mær og næmingunum dámar best og velja at læra eina rúgvu um tað, vit arbeiða við? Ella skal eg leggja meg eftir tí vælkendu uttanatslæruni, sum óivað ger, at næmingarnir klára seg betur til eina landsroynd? Hvat hevur næmingurin besta gagn av?
Mín fatan av, hvat læring í náttúru og tøkni er, og tað MMR metir er rímilig læring hjá næmingum, sum hava havt náttúru og tøkni í eitt skúlaár, er ikki sambæriligt. Eg gloymi helst ongantíð kensluna, eg hevði, tá eg sá fyrstu landsroyndina í N&T. Royndin lá ómetaliga langt frá tí, sum eg haldi N&T fakið eigur at innihalda. Tað var fyri mær, sum heldur MMR, at um næmingarnir hava eina holla paratvitan, so duga teir væl í N&T. Hetta hongur slettis ikki saman. N&T er fyri meg eitt fak, har tú eigur at læra at gera royndir, granska og seta upp tað, tú hevur vitan um, og so royna, um tað, tú hevur funnið fram til, er galdandi í fleiri enn hesum eina førinum.
Tvístøðan hjá mær stendst av, um eg undirvísi, sum eg haldi vera rættast. Har næmingarnir læra meir, eru meiri áhugaðir og gleða seg at koma í skúla? Ella skal eg leggja meg eftir vælkendu loysnini ”teaching to the test”. Hetta merkir, at næmingarnir duga eina rúgvu av heitum uttanat, tó eru teir ikki nær so áhugaðir, men teir klára seg væl til landsroyndina, tí tað er tað, hava vit vant?
Sum lærari saman við næmingum átti hetta ikki at verið ein tvístøða. Tvístøðan stendst av, at leiðslan ynskir, at skúlin klárar seg væl, og foreldur ynskja, at børnini klára seg væl. Sjálvandi ynski eg eisini, at næmingarnir klára seg væl, men skulu teir klára seg væl í einum áhugaverdum arbeiði í skúlanum, ella skal ein roynd við uttanatslæru siga, hvussu væl mín undirvísing hevur hepnast? Í N&T loyvi eg mær at ivast í, hvørt landsroyndin er til gagns ella skaða.