Tíðindi/Greinar
01.08.2024
Fara vit eitt rend aftur í føroysku skúlasøguna, síggja vit, at í Havn høvdu vit í øldir, eins og í nýggjari tíð, tveir skúlar, sum lítið og einki høvdu við hvønn annan at gera. Latínskúlin, sum er nevndur longu í 1547, og tann danski skúlin, stovnaður í fyrru helvt av 17. øld. Báðir tóku næmingar upp í ungum aldri, men næmingarnir vóru, frá tí teir komu í skúla, aldir upp við ólíkum endamálum fyri eyga.
Latínskúlin varð avtikin í 1806, helst tí, at skúlin ongan næming tá hevði havt í 12 ár. Men eisini, tá ið realskúlin varð stovnaður í 1861, vóru næmingar tiknir inn í henda skúla heilt ungir, 7-8 ára gamlir, og so seint sum í 1925 vóru tveir fyrireikingarflokkar í realskúlanum, har næmingar gingu, áðrenn teir kundu koma inn í tann sonevnda millumskúlan.
Tann almenni og tann hægri skúlin hava í hesum tíðarskeiði verið tvær heilt ymiskar skipanir, sum virkaðu og mentust í heilt hvør sínum jørðildi. Tað hevði týdning at skilja almúguna frá teimum útvaldu, var vanlig hugsan tá.
1937 setir Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Og danskt sum undirvísingarmálið í skúlunum verður avtikið hin 13. desember 1938.
Tankin um ein heildarskúla, ella sum nú verður kallaður eindarskúlin, kom so líðani á skrá seinni.
Realskúlaskipanin bleiv avtikin í 1979, og seinast í 90-unum bleiv 9 ára skúlaskylda innførd við lóg í Føroyum.
Nógvar broytingar til tað betra, eingin ivi um tað. Men sum kunnugt kunnu vandar vera við hvørjari vælferð. Eitt nú at noyða skúlatroyttar næmingar at ganga 9 ár í skúla, undir núverandi skúlaskipan, kann vera tvørligt. Longu tá ið skipanin bleiv innførd á sinni, bleiv í Løgtinginum ávarað um, at um vit ikki høvdu nakað at bjóða hesum næmingum, kundi støðan gerast trupul.
Vit tosa nógv um serflokkar, serligan tørv og føroyskt sum annað mál, men hvat við teimum skúlatroyttu næmingunum. Havi havt fleiri millum ár og dag og taki í grundini hjartaliga synd í teimum. Tað er einki galið við teimum. Teir, og oftast eru tað dreingir, orka bara ikki at sita, dag út og dag inn, og tulka og greina tekstasløg. At skilja munin á sakprosa og knækprosa, at útgreina siðaskifti ella rokna sinus. Hví ikki geva hesum næminum møguleikan at brúka sínar styrkir eftir áhuga? Her mugu nógv meira kreativ handalig fak inn í myndina. Skúlaskipanin má kunnu tillagast hesum næmingum, so at teir kunnu hava nógv fleiri kreativar og handaligar tímar. Fak sum smíð, motorlæra, tónleikur og elektronik mugu nógv meira í fokus. Og hvat við at hava eitt skipað samstarv við arbeiðsmarknaðin. At finna nøkur arbeiðspláss, sum so ella so passa til hesar næmingar, og har teir eitt nú kunnu arbeiða 1-2 dagar um vikuna, sum tað passar.
Uttanlands verður eisini hugsað í líknandi banum. Danska stjórnin kom í heyst við uppskoti, sum ikki minst skal hjálpa skúlatroyttum næmingum. Tað gongur í stuttum út uppá, at longu í 7. flokki kunnu næmingar velja eina juniormesterlære í 8. og 9. flokki, har ein ella tveir dagar um vikuna fara fram í ein fyritøku í staðin fyri í skúlanum. Hesir næmingarnir fara so at fáa eitt serligt prógv, sum gevur atgongd til yrkisútbúgvingar, men ikki miðnám annars. Hví ikki royna okkurt líknandi hjá okkum eisini. Um teir so ynskja at skúla seg betur seinni, átti tað ikki at verið nakar trupulleiki. Tvørturímóti. Tá eru teir ofta meira búnir mentalt, vita hvat teir vilja og eru harvið tá meira móttakiligir fyri undirvísing.
Vit mugu so ella so hjálpa teimum skúlatroyttu næmingunum, tí støðan er ikki haldbar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan